8894.20 - Mannakroppurin


Skeiðsnummar
8894.20
Heiti
Mannakroppurin
ECTS
15
Endamál
At lesandi fær vitan um, hvussu likamið er uppbygt og virkar anatomiskt, lívirkisfrøðiligt og lívevnafrøðiligt.
Innihald
Byrjað verður við innleiðslu til lesnaðin, og til fak og yrki. Síðani verður farið til kyknu og vevnaðlæru, tær ymisku yrkisgagnarskipanirnar, og at enda verður arbeitt við, hvussu samanhangur er millum yrkisgagnarskipanirnar og likamligu strembanini eftir homeostasu. Undirvísingin í anatomi og lívvirkisfrøði fevnir um hesi evni: Kyknan og kyknudeiling, DNA og DNA-replikatión, kyknudifferentiering, metabolisma, diffusion og osmosa, elektrolyt- og vætujavnvág, nervalagið, beinagrind, vøddar, sansir, húðin, temperaturregulering, blóð, blóðkør, lymfa, hjarta, blóðrensl, andaleiðin, lunga, immunverjan, sodningarleiðin, livurin, urinleiðin, nýra, endokrina virki hjá nýranum, hormonskipanin. Innan arvafrøði, verður dentur lagdur á samanseting og funktión hjá arvaeindum og kromosomum á mýla støði, teirra arvalykil, arvalæru og arvaligar sjúkur og fyribyrging av teimum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði, lesibólkar og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Sýna ábyrgd í egnu læru og í samstarvi við medlesandi • Lýsa sjúkrarøktaryrkið • Greiða frá kemisku prosessunum í kroppinum/kyknunum • Lýsa kyknu samansetingina og hennara virki • Lýsa samanseting og virki hjá kyknukjarnuni og kyknumembranuni • Greiða frá evnisskiftinum hjá kyknuni • Lýsa anatomisku og lívvirkisfrøðiligu sundurbýtingina hjá nervalagnum • Lýsa hvar cerebrospinalvætan verður gjørd og greiða frá hennara virki og ringrás • Greiða frá autonomu og somatisku refleksunum í CNS • Lýsa hvar hypothalamus er og greiða frá, hvussu hann virkar • Greiða frá hvussu impulsur verður gjørdur, leiddur og yvirførdur í synapsunum • Greiða frá eyðkennini við somatisku nervaskipanini • Lýsa eyðkennini og innervatiónsøkini hjá sympatacus og parasympatacus og greiða frá teirra samspæli • Greiða frá pínusansinum • Staðfesta økini í CNS, sum hava týdning fyri rørslur • Lýsa samansetingina og greiða frá virki hjá epitel-, stuðuls-, nerva- og vøddavevnaði • Staðfesta munin ímillum ekta og ikki ekta lið • Greiða frá hvussu beinvevnaður er bygdur og virkar, og greiða frá hvørji hormon hava ávirkan á beinuppbyggingina • Staðfesta lívvirkisfrøðiligar tættir, sum hava týdning fyri beinagrindina • Greiða frá hvussu impulsir ferðast til tvørstríputu vøddarnar og greiða frá tess kontraktión. • Lýsa hvussu organisman skrásetur og reagerar uppá sansastimuli • Greiða frá hvussu temperaturreguleringssentrið reagerar við normalari ávirkan • Lýsa hvussu húðin er uppbygd og greiða frá funktiónini • Lýsa leguna hjá kvinnuligu og mannligu kynsgøgnunum og lýsa hvussu tey eru uppbygd • Greiða frá menstruatiónscyklus (hormonelt, í slímhinnuni í uterus og í ovarinum) • Greiða frá oxygen (O2) og koldioksid ( CO2) skiftinum • Lýsa arbeiðið hjá vøddunum og trýstið í thorax við innanding og útanding í hvílu • Greiða frá hvussu respiratiónin regulerar seg við normalari ávirkan • Lýsa elektrisku og kemisku aktivitetirnar í hjartanum í sambandi við hjartasláttur • Greiða frá hvussu blóðrenslið verður regulerað, herundir hvussu hjarta og blóðrensl kompensera/reagera við normalari ávirkan • Greiða frá muninum millum lunga (lítla)- og systemrensli (stóra)- • Greiða frá blóðinum í mun til innihald og virki • Greiða frá venupumpuni • Lýsa veggjabygnaðin á arterium, venum og kapillærum • Navngeva tær størstu arteriurnar og venurnar (sí fylgiskjal til eindarlýsingina) • Greiða frá hvussu gróðrarvatnsskipanin (lymfesystemið) er bygd og virkar • Greiða frá tí óspecifikku og specifikku immunverjuna: í mun til bygnað og virki • Greiða frá reguleringini av hormonútskiljanini frá thyroidea og lýsa leiklutin, sum hormonini hava í sambandi við orkustoffskifti • Staðfesta sundurbýtingina av hormonunum og lýsa hvussu tey virka • Staðfesta hormonini í ávikavist hypofysu forlappanum og -baklappanum og lýsa teirra virki • Greiða frá samanhanginum millum hypothalamus og hypofysuna • Lýsa reguleringsmekanismurnar í samband við hormonútskiljan • Greiða frá niðurbrótingini av proteini, feitti og kolhydrati • Lýsa upptøkuna av aminosýrum, monosakkaridum, feittsýrum og B12 vitamin • Greiða frá virkinum hjá livrini og pancreas • Greiða frá, hvussu nervaskipanin og endokrina skipanin regulerar aktivitetin í sodningarleiðini • Greiða frá hvussu sodningarleiðin reagerar við normalari ávirkan • Lýsa bygnaðin og greiða frá virkinum hjá nýranum og urinleiðini • Greiða frá teimum hormonum, sum hava týdning fyri nýra og urinleið • Greiða frá hvussu nýra og urinleiðin reagerar við normalari ávirkan • Staðfesta hormonini frá gld. suprarenalis og greiða frá hvussu kortisol virkar • Lýsa hvønn týdning arvaeginleikar (ílegur) hava fyri útvikling av ávísum sjúkum
Próvtøkuháttur
Einsæris skrivlig próvtøka í fýra tímar uttan hjálparamboð. Lesandi brúka egna teldu. Sjúkrarøktarfrøðideildin útflýggjar geyma við svarskjali. Sí Krøv til próvtøkuna.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Sí undirvísingarskrá
Ábyrgd
Liljan av Fløtum