8895.15 - Grundleggjandi klinisk sjúkrarøkt til somatisk sjúk.


Skeiðsnummar
8895.15
Heiti
Grundleggjandi klinisk sjúkrarøkt til somatisk sjúk.
ECTS
15
Endamál
Lesandi mennir hegni og førleika í grundleggjandi sjúkrarøkt, og mennir førleika til at grundgeva fyri og reflektera yvir grundleggjandi sjúkrarøktarhandlingar.
Innihald
Kliniska undirvísingin fer fram í venjingarstovuni og á sjúkrahúsdeildum. Fyrsta vikan verður kliniska undirvísingin í venjingarstovuni og tær næstu 9 vikurnar verður hon á ávikavist heilivág- og skurðdeildum. Venjingarstova: Undirvísingin umfatar: sár, forbindingar, miðstráluurin, stix, reinan og sterilan teknikk, skjalfestan við Cosmic, at leggja og seponera katetur, subcutanan og intramuskuleran injektiónsteknikk og røkt av venflon. Sjúkrahúsdeild: Grundleggjandi sjúkrarøkt á sjúkrahúsum á ávikavist heilivág- og skurðdeildum. Grundleggjandi sjúkrarøktin er í mun til trongd, útskiljan, immobilitet, pínu, vaml, fepur, reinføri, sár og føðslu - við brúk av sjúkrarøktarprosessini.
Læru- og undirvísingarhættir
Kliniska undirvísingin er skipað sum samvirkandi lesnaður í venjingarstovu og sjúkrahúsdeildum. Samvirkandi lesnaður er: at lesandi luttekur í og útinnir sjúkrarøkt saman við sjúkrarøktarfrøðingi. Lesandi fær møguleika at observera, lýsa og greina sjúkrarøktarfakligar spurdómar og útinna sjúkrarøkt til útvaldar sjúklingar
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • sjálvstøðugt útinna grundleggjandi sjúkrarøkt í mun: trongd, útskiljan, immobilitet, pínu, vaml, fepur • greina føðsluligar spurdómar í mun til støðu sjúklingsins • brúka sjúkrarøktarprosessina til at identifisera grundleggjandi tørvir, gera røktarætlan og útinna sjúkrarøkt samsvarandi henni • skjalfesta útintu sjúkrarøkt sambært leiðreglum fyri nýtslu av cosmic • grundgeva fakliga við nýggjastu vitan um útintu sjúkrarøkt • í møti við sjúklingin, sýna nærleika og forstáilsi fyri honum • reflektera um útintu sjúkrarøkt, bæði skrivliga og munnliga • útinna grundleggjandi sjúkrarøkt við atliti til meginreglur innan smittufyribyrging • fyrisita heilivágsgevan sambært heilivágsleiðreglum • duga at undra seg og arbeiða kannandi • duga at skjalfesta egnu læru í skjalaskjáttuna • staðfesta egnan lærutørv í mun til framtíðar útbúgvingargongd
Próvtøkuháttur
Við endan av tíðarskeiðnum, verður lesandi mett í mun til læruúrtøkuna fyri klinisku undirvísingingarskeiðið í eind 5 – støðumet. Metanin av lesandi er javnmett við eina innanhýsis kliniska próvtøku.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
May-Britt Skoradal