8819.18 - Relatiónin millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum (klinikk)
Skeiðsnummar
8819.18
Heiti
Relatiónin millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum (klinikk)
ECTS
9
Endamál
At tann lesandi megnar at reflektera um menning av relatiónini millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum.
Innihald
Kliniska undirvísingin er á ambulatorium og sjúkrahúsdeildum. Tíðarskeiðið er 6 vikur
Kliniska undirvísingin er skipað sum obseverandi lesnaður á kliniskum útbúgvingarstøðum, ið eru eyðkend fyri stutt samband við sjúklingin.
• Lesandi observerar, lýsir og reflekterar um sjúkrarøktarfakligar spurdómar í praksis.
• Lesandi observerar og partvíst útinnir sjúkrarøkt við denti á relatiónina við sjúklingar í sjúklingagongdum, sum eru eyðkendar við styttri sambondum
Læru- og undirvísingarhættir
Observerandi lesnaður er, at lesandi er saman við sjukrarøktarfrøðingi og observerar og útinnir avmarkaða sjúkrarøkt. Lesandi fær møguleika at observera, lýsa og greina sjúkrarøktarfakligar spurdómar í praksis.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi:
• lýsa ta sjúkrarøkt, ið verður útint á kliniska útbúgvingar-staðnum við denti á relatiónina millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling
• meta um støðu sjúklingsins í stutta møtinum
• reflektera um relatiónina við sjúklingar í stutta møtinum
• duga at tillaga samskifti við atliti at støðu sjúklingsins í stutta møtinum
• við vaksandi sjálvstøði veita kunning til og vegleiða sjúklingar í stutta møtinum
• leita fram granskingarúrslit í mun til útvaldan spurdóm
• meta um møguleikar og forðingar í mun til implementering av granskingar úrslitum innan sjúkrarøktaryrkið
• miðla viðgerð av kliniskum spurdómi til medlesandi og starvsfólk í klinikkini
• meta um egnan lærutørv í mun til útbúgvingartilgongdina
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva. Sí Krøv til próvtøkuna.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Súsanna Maria Mortensen