8872.20 - Sjúkrarøkt til eldri og varandi sjúk – klinikk


Skeiðsnummar
8872.20
Heiti
Sjúkrarøkt til eldri og varandi sjúk – klinikk
ECTS
15
Endamál
At lesandi ognar sær vitan um sjúkrarøkt til eldri og varandi sjúk. At lesandi ognar sær vitan um royndirnar av heilsu og vælveru hjá teim eldru og varandi sjúku At lesandi fakliga dugir at grundgeva fyri tilrættislagdari og útintari sjúkrarøkt til eldri og varandi sjúk At lesandi mennir førleikan fyri miðvíst og skipað at kanna spurdómar innan ávísa sjúkrarøkt í kliniskum høpi og soleiðis økja sítt fakliga innlit í sjúkrarøkt
Innihald
Kliniska undirvísingin fer fram á ávikavist í heimatænastuni og á ellis- og røktarheimum. Undirvísingin er skipað soleiðis, at helvtin av flokkinum fer í heimatænastuna og hin helvtin fer á ellis- og røktarheim. Tá tíðarskeiðið er hálvrunnið verður býtt um so, at lesandi eftir lokið kliniskt tíðarskeið hevur verið á báðum klinisku undirvísingarstøðunum . Hvørt tíðarskeið er umleið 6 ½ viku. Lesandi útinnir sjúkrarøkt til heimabúgvandi eldri og/ella varandi sjúk og til búfólk. Í tíðarskeiðinum er lesandi knýttur at einum ella fleiri búfólkum/heimabúgvandi í eina ásetta tíð.
Læru- og undirvísingarhættir
Kliniska undirvísingin er skipað sum samvirkandi lesnaður á ellis – og røktarheimið og í heimatænastuni. Samvirkandi lesnaður er: at lesandi luttekur í og útinnir sjúkrarøkt saman við sjúkrarøktarfrøðingi. Lesandi fær møguleika at observera, lýsa og greina sjúkrarøktarfakligar spurdómar og útinna sjúkrarøkt til útvaldar sjúklingar.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal lesandi: • Duga at útinna sjúkrarøkt, ið stuðlar likamligu, sálarligu, andaligu og sosiala tørvunum hjá eldri og varandi sjúk. • Duga at fyribyrgja heilsubilan í sambandi við ellisbrek/varandi sjúku. • Brúka sjúkrarøktarprosessina til at meta um, grundgeva, leggja til rættis, útinna, eftirmeta og skjalfesta sjúkrarøktina til eldri og varandi sjúk • Duga at koma inn í eitt heim, og virða tann einstaka, avvarðandi og umhvørvið hjá honum/henni • Duga at møta tí einstaka, og sýna nærleika og forstáilsi • Duga at samskifta við tann einstaka grundað á samskiftisástøði • Duga at meta um og nýta nýggjastu vitan til at seta fram uppskot til sjúkrarøkt til eldri og varandi sjúk • Duga at fyrisita heilivágsgevan sambært heilivágsleiðreglum • Reflektera um egnar reaktiónir í møtinum við tann einstaka • Reflektera um siðfrøðiligar tvístøður í mun til eldri/varandi sjúk • Duga at reflektera um útintu sjúkrarøktina • Greiða frá sjúkrarøktarfakligum tiltøkum og umhugsanum, sum skulu varðveita ella økja lívskvalitetin hjá búfólki og heimabúgvandi. • Greiða frá tvørfakliga samstarvinum í mun til sjúkrarøktina til búfólk og heimabúgvandi • Reflektera um, hvørjar uppgávur ymisku fakbólkarnir hava í sjúkrarøktini til búfólk og heimabúgvandi • Duga sjálvstøðugt at leggja til rættis, útinna og eftirmeta sjúkrarøkt, og duga at skjalfesta sjúkrarøktina í kardex á kliniska undirvísingarstaðnum (røktargongdin) • Duga at greiða frá og grundgeva fyri ráðløgdu sjúkrarøktini • Duga at gera samrøðu við eldri/varandi sjúk við tí endamáli at skriva eina lívssøgu • Miðla lívssøgu út frá samrøðu við eldri/varandi sjúk • Duga at skjalfesta refleksjónir í skjalaskjáttuna • Meta um egnan lærutørv í mun til útbúgvingartilgongdina
Próvtøkuháttur
Støðumet. Lesandi verða mett í mun til læruúrtøkuna fyri klinisku undirvísingina í eind 8. Metingin av lesandi er javnmett við eina innanhýsis próvtøku. Metingin staðið/ikki staðið skal skjalfestast á próvskjal í skjalaskjáttuni.
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Sjálvvaldur
Ábyrgd
Sunrit Niklasdóttir