8874.20 - Sjúkrarøkt til eldri og varandi sjúk


Skeiðsnummar
8874.20
Heiti
Sjúkrarøkt til eldri og varandi sjúk
ECTS
12
Endamál
At lesandi skal ognar sær vitan um sjúkrarøkt til eldri og varandi sjúk; sjúkrarøkt, ið bæði fyribyrgir og fremur heilsu. At lesandi skal ogna sær vitan um royndirnar av heilsu og vælveru hjá teim eldru og varandi sjúku. At lesandi ognar sær vitan um skipanina av almannaverkinum og kommunala eldraøkinum At lesandi ognar sær vitan um føroysku mentanina, sum kann síggjast aftur í tørvum hjá eldri og varandi sjúk At lesandi venur hegni í føroyskum í talu og skrift.
Innihald
Kliniska undirvísingin er í heimatænastuni. Læruúrtøkurnar eru orðaðar við atliti til heimabúgvandi eldri og varandi sjúk Nærri lýsing av innihaldinum, sjá fylgiskjal “Karmar fyri klinisku undirvísing í heimatænastu “. Sjúkrarøktin skal taka støði í ástøði um • Gerontologi; sæð útfrá einum likamligum, sálarligum og sosialum sjónarhorni • Almanna- og heilsuverkið. • Skipan av kommunala eldraøkinum og heimatænastuni • Endurmenning • Tvørfakligt samstarv í mun til eldri og varandi sjúk • Ástøði um lívsgóðsku og uppliving av lívsgóðsku, tá ein eldist ella hevur eina varandi sjúku • Arbeiða við sjúkrarøktarfakligum spurdómi í mun til eldri og varandi sjúk • Ábyrgd og skyldir hjá ymiskum heilsustarvsfólkum
Læru- og undirvísingarhættir
Kliniska undirvísingin er skipað sum samvirkandi og yrkisbeindur lesnaður. Samvirkandi lesnaður er: at lesandi luttekur í og útinnir sjúkrarøkt saman við sjúkrarøktarfrøðingi. Lesandi fær møguleika at observera, lýsa og greina sjúkrarøktarfakligar spurdómar og útinna sjúkrarøkt til útvaldar sjúklingar. Yrkisbeindur lesnaður er, at lesandi sjálvstøðugt leggur til rættis, útinnir, miðlar, leiðir og mennir sjúkrarøkt - við sjúkrarøktarfrøðingi sum kliniskum vegleiðara. Skjalaskjáttan verður brúkt sum amboð til útinnan, refleksjónir og eftirmetingar
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal lesandi: • Duga at koma inn í eitt heim, og virða tann einstaka, avvarðandi og umhvørvið hjá honum/henni • Duga at møta tí einstaka, og sýna nærleika og forstáilsi • Duga at samskifta við tann einstaka grundað á samskiftisástøði • Duga at samskifta við sjúkling, avvarðandi og samstarvspartar grundað á samskiftisástøði. • Brúka sjúkrarøktarprosessina til at meta um, grundgeva, leggja til rættis, útinna, eftirmeta og skjalfesta sjúkrarøktina til eldri og varandi sjúk • Duga at útinna sjúkrarøkt, ið stuðlar likamligu, sálarligu, andaligu og sosiala tørvunum hjá eldri og varandi sjúk, og fyribyrgir heilsubilan í sambandi við ellisbrek. • Duga at taka atlit til heilivágsgevan til eldri menniskju • Duga at fyrisita heilivágsgevan sambært heilivágsleiðreglum • Duga at reflektera um útintu sjúkrarøkt • Duga at skjalfesta refleksjónir í skjalaskjáttuna • Duga at gera samrøðu við eldri/varandi sjúk við tí endamáli at skriva eina lívssøgu • Greiða frá sjúkrarøktarfakligum tiltøkum og umhugsanum, sum skulu stuðla, kompensera og fyribyrgja vandamál, sum kunnu hótta lívskvalitetin, sum t.d. í mun til sjón ella hoyrn • Lýsa virkisøkið hjá sjúkrarøktarfrøðingum í heimatænastuni • Greiða frá tvørfakliga samstarvinum í mun til sjúkrarøkt og viðgerð • Reflektera um, hvørjar uppgávur ymisku fakbólkarnir hava í sjúkrarøktini • Reflektera um siðfrøðiligar tvístøður, við støði í hugtøkunum autonomi og paternalisma, í mun til eldri/varandi sjúk • Reflektera um egnar reaktiónir í møtinum við tann einstaka • Duga sjálvstøðugt at leggja til rættis, útinna, raðfesta og eftirmeta og skjalfesta sjúkrarøktina til tillutaðar sjúklingar • Nýta tey skjalfestingaramboð, ið verða nýtt á kliniska útbúgvingarstaðnum • Leita fram og brúkar granskingar- og menningargrundaða vitan um ávís fyribrigdi innan gerontologi og varandi sjúkur. • Meta um egnan lærutørv í mun til útbúgvingartilgongdina
Próvtøkuháttur
Fortreyt fyri at fara til próvtøku er góðkent kravt lestrarvirksemi. Støðumet. Lesandi verða mett í mun til læruúrtøkuna fyri klinisku undirvísingina í eind 8. Metanin av lesandi er javnmett við eina innanhýsis próvtøku. Metingin staðið/ikki staðið skal skjalfestast á próvskjal í skjalaskjáttuni.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Sí undirvísingarskrá