8890.15 - Mannakroppurin


Skeiðsnummar
8890.15
Heiti
Mannakroppurin
ECTS
12,5
Endamál
At lesandi fær vitan um, hvussu likamið er uppbygt og virkar anatomiskt, lívirkisfrøðiligt og lívevnafrøðiligt.
Innihald
Undirvíst verður í kyknu og vevnaðlæru og tær ymisku yrkisgagnarskipanirnar. Síðani verður arbeitt við, hvussu samanhangur er millum yrkisgagnarskipanirnar og likamligu strembanini eftir homeostasu. Undirvísingin kronologisk: Kyknan og kyknudeiling, DNA og DNA-replikatión, kyknudifferentiering, metabolisma, diffusion og osmosa, elektrolyt- og vætujavnvág, nervalagið, beinagrind, vøddar, sansir, húðin, temperaturregulering, blóð, blóðkør, lymfa, hjarta, blóðrensl, andaleiðin, lunga, immunverjan, sodningarleiðin, livurin, urinleiðin, nýra, endokrina virki hjá nýranum, hormonskipanin.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði, lesibólkar og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Greiða frá kemisku prosessunum í kroppinum/kyknunum • Lýsa kyknu samansetingina og hennara virki • Lýsa samanseting og virki hjá kyknukjarnuni og kyknumembranuni • Greiða frá evnisskiftinum hjá kyknuni • Lýsa anatomisku og lívvirkisfrøðiligu sundurbýtingina hjá nervalagnum • Staðfesta ”eitt sentur” og ”eitt ganglie” • Lýsa hvar cerebrospinalvætan verður gjørd og greiða frá hennara virki og ringrás • Greiða frá autonomu og somatisku refleksunum í CNS • Lýsa hvar hypothalamus er og greiða frá hvussu hann virkar • Greiða frá hvussu impulsur verður gjørdur, leiddur og yvirførdur í synapsunum • Greiða frá eyðkennini við somatisku nervaskipanini • Lýsa eyðkennini og innervatiónsøkini hjá sympatacus og parasympatacus og greiða frá teirra samspæli • Greiða frá pínusansinum • Staðfesta økini í CNS, sum hava týdning fyri rørslur • Lýsa samansetingina og greiða frá virki hjá epitel-, stuðuls-, nerva- og vøddavevnaði • Staðfesta munin ímillum ekta og ikki ekta lið • Greiða frá hvussu beinvevnaður er bygdur og virkar, og greiða frá hvørji hormon hava ávirkan á beinuppbyggingina • Staðfesta lívvirkisfrøðiligar tættir, sum hava týdning fyri beinagrindina • Greiða frá hvussu impulsir ferðast til tvørstríputu vøddarnar og greiða frá tess kontraktión. • Lýsa hvussu organisman skrásetur og reagerar uppá sansastimuli • Greiða frá hvussu temperaturreguleringssentrið reagerar við normalari ávirkan • Lýsa hvussu húðin er uppbygd og greiða frá funktiónini • Lýsa leguna hjá kvinnuligu og mannligu kynsgøgnunum og lýsa hvussu tey eru uppbygd • Greiða frá menstruatiónscyklus (hormonelt, í slímhinnuni í uterus og í ovarinum) • Greiða frá oxygen (O2) og koldioksid ( CO2) skiftinum • Lýsa arbeiðið hjá vøddunum og trýstið í thorax við innanding og útanding í hvílu • Greiða frá hvussu respiratiónin regulerar seg við normalari ávirkan • Lýsa elektrisku og kemisku aktivitetirnar í hjartanum í sambandi við hjartasláttur • Greiða frá hvussu blóðrenslið verður regulerað, herundir hvussu hjarta og blóðrensl kompensera/reagera við normalari ávirkan • Greiða frá muninum millum lunga (lítla)- og systemrensli (stóra) • Greiða frá blóðnum í mun til innihald og virki • Greiða frá venupumpuni • Lýsa veggjabygnaðin á arterium, venum og kapillærum • Navngevur tær størstu arteriurnar og venurnar (sí fylgiskjal til eindarlýsingina) • Greiða frá hvussu gróðrarvatnsskipanin (lymfesystemið) er bygd og virkar • Greiða frá ta óspecifikku og specifikku immunverjuna: í mun til bygnað og virki • Greiða frá reguleringini av hormonútskiljanini frá thyroidea og lýsa leiklutin, sum hormonini hava í sambandi við orkustoffskifti • Staðfesta sundurbýtingina av hormonunum og lýsa hvussu tey virka • Staðfesta hormonini í ávikavist hypofysu forlappanum og -baklappanum og lýsa teirra virki • Greiða frá samanhanginum millum hypothalamus og hypofysuna • Lýsa reguleringsmekanismurnar í samband við hormonútskiljan • Greiða frá niðurbrótingini av proteini, feitti og kolhydrati • Lýsa upptøkuna av aminosýrum, monosakkaridum, feittsýrum og B12 vitamin • Greiða frá virkinum hjá livrini og pancreas • Greiða frá, hvussu nervaskipanin og endokrina skipanin regulerar aktivitetin í sodningarleiðini • Greiða frá hvussu sodningarleiðin reagerar við normalari ávirkan • Lýsa bygnaðin og greiða frá virkinum hjá nýranum og urinleiðini • Greiða frá teimum hormonum, sum hava týdning fyri nýra og urinleið • Greiða frá hvussu nýra og urinleiðin reagerar við normalari ávirkan • Staðfesta hormonini frá gld. suprarenalis og greiða frá hvussu kortisol virkar
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í fýra tímar uttan hjálparamboð. Brúka egna teldu. Skúlin útflýggjar geyma við svarskjali.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Ábyrgd
Liljan av Fløtum