8900.22 - Relatiónin millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum -ástøði
Skeiðsnummar
8900.22
Heiti
Relatiónin millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum -ástøði
ECTS
5,5
Endamál
At lesandi venur hegni og fær innlit í:
• meginreglur fyri fyrisiting av intravenøsum heilivági, hjáárini og mannagongdir í hesum sambandi
• meginreglur fyri fyrisiting av blóðtransfusión, hjáárini og mannagongdir í hesum sambandi
At lesandi ognar sær vitan um og skil fyri relatiónini millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum.
At lesandi ognar sær vitan um og skil fyri góðskutrygd og góðskumenning innan sjúkrarøkt.
At lesandi reflektera um organisatiónsmentan, ymiskar leiðsluhættir og røktarhættir.
Innihald
Undirvísingin er skipað í tríggjar partar:
Fyrsti partur:
• Relatiónin millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum
Annar partur:
• Skipanarfrøði og leiðsla
Triði partur:
• Skeið í Transfusiónmedisin og intravenøsari heilivággevan, sum krevur 100% luttøku.
Innihaldið í pørtunum er:
1. Relatiónin millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum:
• Sjúkrarøkt við atliti at relatiónini í stutta møtinum
• KT í heilsuverkinum. KT og lógar-ásetingar
• Góðskumenning og implementering av gransking í praksis
2. Skipanarfrøði og leiðsla:
• Alment um leiðslu
• Ymisk strategisk stig innan leiðslu
• Sjúkrarøktarfaklig leiðsla
• Organisatións mentan
• Stovugongd og røktarhættir
3. Transfusiónsmedisin og intravenøs heilivággevan:
• Intravenøs vætuterapi og føðsla
• i.v. atgongd
• infusiónsviðgerð/vætuterapi
• parenteral føðsla
• i.v. heilivággevan
Sjúkrarøkt í samband við i.v. viðgerð:
• Handfara infusiónsvætu
• Tilsetan av heilivági til infusiónsvætu
• Røkt í samband við parenterala føðslu
• Røkt av periferum venøsum katetrum
• Røkt av centralum venøsum katetrum
• Leggjan av periferum venøsum katetrum
Transfusiónsmedisin:
• Blóðtransfusiónssøgan
• Grundreglur fyri blóðtransfusiónsviðgerð
• Blóðtransfusiónskomplikatiónir
• Smittuvandi við blóðtransfusión
• Blóðsamanseting og virki
• Blóðtypur, andevnir og tess kanningar
• Blóðtrygd; virustest og blóðtypukontroll
• Framleiðsla av blóðkomponentum
Sjúkrarøkt í samband við blóðtransfusión:
• Ábyrgd hjá sjúkrarøktarfrøðinginum
• Ordinatión av blóði/blóðproduktum
• Kunning til sjúklingin
• Blóðroyndir og kanningar áðrenn transfusiónina
• Uppsetan av blóðtransfusión
• Observatiónir av sjúklingi áðrenn, undir og eftir blóðtransfusión
• Eftir blóðtransfusión (goymsla, burturbeining)
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði, venjingar og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind skal lesandi vera før/ur fyri at:
• greiða frá ábyrgd og førleikakravi í mun til intravenøsa viðgerð, heilivággevan og transfusiónsmedicin
• lýsa løgfrøðiligar lógarásetingar viðvíkjandi persónligum elektroniskum dáta
• greiða frá ástøði um relatiónina millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum, herundir týdning av tíð og atburði
• lýsa samanhangin millum ástøði og praksis
• lýsa og grundgeva fyri evidensgrundaðari sjúkrarøkt
• lýsa ymiskar viðkomandi kliniskar rætningslinjur
• lýsa útvald háttaløg innan góðskumenning í mun til sjúkrarøktaryrkið
• reflektera um organisatiónsmentan, ymiskar leiðsluhættir og røktarhættir
• meta um egnan lærutørv í mun til útbúgvingartilgongdina
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva – sí próvtøkukrøv
100% kravd luttøka at standa skeiðið í i.v. og transfusión
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Sí undirvísingarskrá og sjálvvaldur bókmentalisti
Ábyrgd
Kristianna Lund Dam