8905.22 - Grundleggjandi tørvir og somatisk sjúkrarøkt


Skeiðsnummar
8905.22
Heiti
Grundleggjandi tørvir og somatisk sjúkrarøkt
ECTS
15
Endamál
Ætlanin er, at lesandi fær vitan um grundleggjandi tørvir, fær vitan um sjúkrarøktarástøði, og mennir førleika til at greina spurdómar við hóskandi ástøði. Ætlanin er, at lesandi mennir akademiskt arbeiðslag.
Innihald
Undirvísingin er skipað ávikavist sum ástøðilig og klinisk undirvísing. Innihaldið í tí ástøðiligu undirvísingini er: • Sjúkrarøktarsøga • Ástøði og sjúkrarøktarástøði við denti á umsorgan, relatión og kroppi • Grundleggjandi tørvir útfrá ástøði hjá Virginiu Henderson • Húð og húðrøktarevni • Innleiðsla til samfelagsfrøði og samfelagsskipanir. Herundir bygnaðin av heilsuverkinum • Innleiðsla til siðfrøði og etisku leiðreglurnar í sjúkrarøktini • Innleiðsla til heimsspeki, og vísindaástøði við denti á menniskjaáskoðan • E- leiting á alnótini Innihaldið í tí klinisku undirvísingini er: • Innleiðsla til venjingarstovuna sum útbúgvingarstað • Seingjareiðing • Handreinføri • Persónligt reinføri
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, case, bólkaarbeiði, sjálvlestur og uppgávuskriving. Harumframt venjingar í venjingarstovuni og punktpraktik á útvaldum kliniskum støðum.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Greiða frá sjúkrarøkt sum umsorgarnarfak, relaterað til søguligt og nútíðar perspektiv • Lýsa hugtøkini relatión, kroppur og umsorgan • Greiða frá grundleggjandi tørvum hjá menniskjanum við støði í ástøði hjá Virginiu Henderson • Duga at útinna persónligt reinføri og taka atlit til blúni, intimitet, integritet og smittuspjaðing • Duga at útinna sjúkrarøktarfakligar handlingar í mun til mating, munnrøkt, útskiljan og reinføri • Staðfesta og greiðir frá føðsluligum tørvi hjá sjúklingum í mun til útvaldar serstøður • Við støði í sjúkrarøktarástøði, meta um tørv sjúklingsins og seta fram uppskot um fyribyrgjandi, stuðlandi, kompenserandi og viðgerandi sjúkrarøkt • Staðfesta høvuðs- og virkisøkið innan sjúkrarøkt; tað er lógir, leiðreglur og yrkisástøði, og hvønn týdning tey hava fyri sjúkrarøktina • Lýsa leiklutin og virkisøki hjá fakbólkunum, ið starvast innan heilsuverkið • Lýsa samfelagsskipanir settar í mun til føroysku samfelagsskipanina og uppbygging av heilsuverkinum • Lýsa hvat etisku leiðreglurnar innan sjúkrarøkt eru grundaðar á • Lýsa høvuðshugtøk innan siðfrøði • Lýsa ymisku menniskjaáskoðanirnar • Lýsa týdningin av heimspeki í sjúkrarøktini • Lýsa høvuðseyðkenni við náttúru-, samfelags- og hugvísind • Leita fram og velja viðkomandi sjúkrarøktarfakliga vitan, sum umrøðir grundleggjandi tørvir • Orða seg skrivliga og munnliga um fakligar spurdómar • Duga at argumentera við uppáhald, próvgrund og heimild • Duga handreinføri eftir galdandi reinførismeginreglum • Lýsa hvørjar løgfrøðiligar ábyrgdir og skyldir sjúkrarøktarfrøðingurin hevur • Skipa egnu læring í samstarvi við medlesandi og undirvísarar
Próvtøkuháttur
Einsæris skrivlig uppgáva.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Undirvísingarskrá
Ábyrgd
Kristianna Lund Dam