8800.10 - Fak og yrki


Skeiðsnummar
8800.10
Heiti
Fak og yrki
ECTS
11
Innihald
Ástøðilig (12 ECTS)og klinisk undirvísing (3 ECTS). Sjúkrarøktarfakið: Høvuðs- og virkisøki hjá sjúkrarøktarfrøðinginum. Sjónarhornið verður lýst frá ávikavist sjúkrarøktarfrøðingi og sjúklingi. Harumframt sjúkrarøkt sum fak, sæð úr søguligum og nútíðar sjónarhorni. Innleiðsla til hugtøkini – relatión, umsorgan og kroppur. Útvald ástøði um grundleggjandi tørvir og tann týdning, tey hava í kliniskari sjúkrarøkt. Ymiskar kroppsfatanir: tað at hava ein kropp og vera ein kroppur. Sjúklingastøður og sjúklingafrásagnir um hvussu sjúklingurin upplivir heilsu og sjúku. Innleiðsla til sjúkrarøktarprosessina, við denti á datainnsavnan í mun til grundleggjandi tørvir. Lívevnafrøði: Samanseting og funktión hjá arvaeindum, kromosomum á mýla støði og teirra arvalyki. Uppbyggjan av føðslu, vitaminum, enzymum, upploysan, konsentratión, osmosa og pH.Mekanismur, sum stýra kemisku samansetingini hjá hvørji einstakari kyknu. Metabolisma. Anatomi og lívvirkisfrøði: Hvussu menniskja er uppbygt, samansett bæði makroskopiskt og mikroskopiskt og tess normalu funktión. Organlæru, t.v.s. uppbyggjan av organskipanum, íroknað læran um vevnaðin, funktión, stýran og samspæl. Nervalagið, vøddar, beinagrind, sansir ( eyga, oyra , javnvág og húð). Arbeiðskipanarlæra: Rættindi og krøv, sum eru í mun til arbeiðsumhvørvi og arbeiðsskipanarlæru. Grundreglur innan almennar arbeiðs- og flytiteknikkir. Hóskandi arbeiðsstøður og rørsluburð. Vísindaástøði: Human-, nátturu- og samfelagsvísindi. Fenomenologi í mun til patientologi. Argumentatión – pástand, próvgrund og heimild. Grundgeving fyri tilfarinum, sum verður leita fram og valt út.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað sum fyrilestur, dialogur og kjak, PBLarbeiði við vegleiðing, Venjingar í sambandi við kliniska undirvísing,
Læruúrtøka
Eftir lokna eind hevur lesandi nátt hesi læringmál • Identifiserar týðandi fatanir av høvuðs- og virkisøkinum hjá sjúkrarøktini, harímillum hvat sjúkrarøktin fevnir um viðvíkjandi hugtøkum, ástøði, praktikk og áskoðan • Hevur innlit í hvat tað vil siga at verða sjúklingur, grundað á granskingarvitan • Greiðir frá grundleggjandi tørvum hjá menniskjanum • Greiðir frá hvussu likamið er uppbygt og hvussu lívvirkisfrøðiliga funktiónin er • Hevur innlit í ymisku høvuðsrættningar innan vísindaástøði og argumentatión. • Leitar fram og velur kliniska, menningar- og granskingargrundaða vitan út um grundleggjandi sjúkrarøktarstøður og um sjúklingins upplivingar, reaktiónir og handlingar • Hevur innlit í ástøðilig og klinisk háttaløg (sjúkrarøktarprosessin) til at observera, identifisera og lýsa útvald fyribrigdi í sjúkrarøktini • Skipar egnu læring. Brúkar ymiskar lestrarhættir, og er partur av bindandi samarbeiði við onnur • Hevur innlit í skjalaskjáttuna sum læringsamboð • Brúkar rættar arbeiðsstøður
Próvtøkuháttur
Innanhýsis próvtøka. Lesandi verða mett individuelt staðið/ikki staðið í mun til kravda uppmøting (80%) í PBL arbeiðinum (sjá fylgiskjal 1, Eindarlýsing eind 1).
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin