8801.10 - Heilsa og sjúka


Skeiðsnummar
8801.10
Heiti
Heilsa og sjúka
ECTS
11
Endamál
At lesandi fær vitan um grundleggjandi tørvir. At lesandi fær vitan um sjúkrarøktarástøði, og mennir førleika til at greina sjúkrarøktarfakligar spurdómar við hóskandi ástøði.
Innihald
Undirvísingin er skipað sum ástøðiliga (12 ECTS) og klinisk (3 ECTS). Sjúkrarøktarfakið: Ávíst ástøði um hugtøkini heilsa og sjúka ávikavist frá sjúklingsins- og sjúkrarøktarfrøðisligum sjónarhorni. Við atliti til aldur, kyn, samdøgur og kontekst skal lesandi meta innsavnaða data og seta fram uppskot og/ella umhugsan um sjúkrarøkt. Hettar fyri at kunna menna, varðveita, styrkja og kompensera fyri likamligu funktionirnar, sum eru hóttar. Tær eru hjarta, blóðrensl, temperaturregulering og húð. Savna og meta um data í mun til reinføri. Týdningurin av reinføri ávikavist frá sjúklingsins-, sjúkrarøktarfrøðisligum- sjúkrahúsins sjónarhorni. Anatomi/lívvirkisfrøði:Húð og temperaturregulering. Respiration og respiratiónsgøgn. Hjarta, blóðrensl, blóð, lymfusystem og immunverjan. Arvalæra flokkur 2010. Smáverulívfrøði: Smáverur og teirra fyrikoman, gróðrarumstøður og serligu eginleikar. Reinføri, fyribyrgjan av smittuspjaðing, smittukeldur, smittuhættir og smittuvegir. Vísindaástøði og granskingarháttalag:Náttúruvísind, kvantitativ háttaløg til at savna data, Observatión, Samrøða og mátingar. Greina innsavnaði data og vísindaligar greinar. Meta innsavnaða data í mun til reliabilitet, validitet og generaliserbarheit. Faklig argumentatión. Klinisk undirvísing í venjingarstovu: Grundleggjandi sjúkrarøktarhandlingar út frá tørvi sjúklingsins • Mobilisering • Arbeiðsstøður og arbeiðshættir ímun til data innsavnan • Savna data ímun til BT, P, Resp, Tp og húð • Refleksjón • Reinføri í mun til data innsavnan Arbeiðsskipanarlæra: Flytiteknikk ímun til fyribyrgjan av skaða ávikavist hjá sjúklingi og sjúkrarøktarfrøðingi.Hjálparamboð at nýta innan flytiteknikk
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað sum fyrilestur, dialogur og kjak, PBLarbeiði við vegleiðing, Venjingar í sambandi við kliniska undirvísing,
Læruúrtøka
Eftir lokna eind hevur lesandi nátt hesi læringsmál: • Greiðir frá hvussu likamið er uppbygt og hvussu lívvirkisfrøðiliga funktiónin er • Greiðir frá liviháttinum hjá smáverum, ígerðar- og smittuhugtaki, smittuhættir, smittufyribyrging, reinføri, sóttreinsan, sterilisering og koppseting, grundað á nýggjastu gransking • Samanbera ávísar áskoðanir um hugtøkini heilsa og sjúka • Savnar og greinar data og metir um tørv fyri sjúkrarøkt • Metir um og greiðir frá lívvirkisfrøðiligu funktiónunum t.d. blóðtrýst (BT), puls (P), respiratión (Resp) og temperatur (Tp) • Dugir at meta um arbeiðsstøður og meistrar viðkomandi flytiteknikk og tól til at fyribyrgja skaðar hjá sær sjálvum og sjúklingi • Greiðir frá ávísum háttaløgum, til at meta um grundleggjandi tørvir hjá sjúklingum. • Mennir sín førleika at undrast og fyrihalda seg kritiskt
Próvtøkuháttur
Ein skrivlig innanseturs próvtøka, mett eftir galdandi próvtalsstiga, sjá kriteriir til innanseturs roynd.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Ábyrgd
Súsanna Herdalur Tausen