8802.10 - Sjúkrarøkt til somatisk sjúk A


Skeiðsnummar
8802.10
Heiti
Sjúkrarøkt til somatisk sjúk A
ECTS
5,5
Endamál
Ætlanin er at lesandi skal vinna sær førleika í fyribyrgjandi, stuðlandi, kompenserandi og viðgerandi sjúkrarøkt við støði í reaktiónum hjá menniskjanum við likamliga sjúku. Við støði í grundleggjandi tørvum skal lesandi venja handaligt hegni innan ávís sjúkrarøktarfaklig øki.
Innihald
Undirvísingin er skipað ávikavist sum ástøðilig og klinisk undirvísing. Innihaldið í tí ástøðiligu undirvísingini er: • Sjúkrarøkt rættað ímóti trongd, obstipation, urinincontinens, vaml og spýggja • Ástøði um eginumsorgan við D. Orem • Skjalfesting av sjúkrarøkt • Sjúkrarøktarprosessin, herundir gerð av røktarætlan • Útvaldar sjúkur í andaleiðini og sodningarleiðini, harumframt útvaldar ígerðarsjúkur • Reinføri, fyribyrgjan av smittuspjaðing, smittukeldur, smittuhættir og smittuvegir • ymisk ástøðilig sjónarhorn á føðslu og føðslutørv og sjúklingsins upplivilsi av føðslutørvi • týdningurin av reinføri ávikavist frá sjúklingsins, sjúkrarøktrafrøðisligum og sjúkrahúsins sjónarhorni • persónligt reinføri og tess umhugsni í mun til blúni, intimitet og integritet almenna heiliráðfrøði: • heilivág til viðgerð av magasýru, • laxantia • evidens hugtakið út frá náttúruvísindaligari fatan og evidens score • reliabilitetur, validitetur, • meta eina vísindaliga grein Innihaldið av klinisku undirvísingini í venjingarstovuni er: • Reiða song og hondreinføri • persónligt reinføri – seingjarbað, munnrøkt, • mata sjúkling • røkt í sambandi við útskiljan • samskifti og samvirkni • refleksjón Kliniska undirvísingin fer fram í venjingarstovuni.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað sum fyrilestur, dialogur og kjak, PBLarbeiði við vegleiðing, Venjingar í sambandi við kliniska undirvísing
Læruúrtøka
Eftir loknar eindir hevur lesandi nátt hesi lærumál • Greiðir frá hvussu likamið er uppbygt og hvussu lívvirkisfrøðiliga funktiónin er, harafturat um hvussu mekanismur stýra samanseting og virkni mannverunar • Greiðir frá lívvirkisfrøðiliga/patofysiologiska samanhanginum • Greiðir frá hvønn týdning føðsla hevur fyri mannakroppin og hvønn týdning føðsla hevur fyri heilsu og sjúku • Greiðir frá støðu sjúklingsins, tá ið hann er sjúkur og hvussu hann upplivir, reagerar og handlar • Brúkar sjúkrarøktarprosessina til at identifisera, lýsa og greina ávísar sjúkrarøktarfakligar spurdómar tengdar at støðu sjúklingsins • Leitar fram og brúkar granskingar- og menningargrundaða vitan um ávís patofysiologisk fyribrigdi. Hesi fyribrygdi kunnu verða vaml, obstipatión, urininkontinens, vaml og setir í verk sjúkrarøktarfaklig tiltøk og umhugsan, sum skulu stuðla, kompensera og fyribyrgja. • Lýsir náttúruvísindaligar hugsanir um vitan og gevur dømi um hvussu hesar kunnu brúkast innan sjúkrarøktarástøði og sjúkrarøktarpraksis • Greiðir frá serstøku støðuni hjá kvinnum og barnakonum viðvíkjandi sjúku og heilsu • Greiðir frá samansetingini og funktiónini hjá smáverum í samspælinum við mannveruna • Lýsir farmakokinetik, farmakodynamik og kliniska heiliráðfrøði
Próvtøkuháttur
Ein skrivlig/praktisk/munnlig innanhýsis próvtøka í sjúkrarøkt og smáverulívfrøði. Mett verður eftir galdandi próvtalsstiga, sjá kriteriir til innanhýsispróvtøku.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Ábyrgd
Súsanna Herdalur Tausen