8803.10 - Sjúkrarøkt til menniskju við somatiskari sjúku B


Skeiðsnummar
8803.10
Heiti
Sjúkrarøkt til menniskju við somatiskari sjúku B
ECTS
20
Endamál
Ætlanin er at lesandi skal vinna sær førleika í fyribyrgjandi, stuðlandi, kompenserandi og viðgerandi sjúkrarøkt við støði í reaktiónum hjá menniskjanum við likamliga sjúku. Við støði í grundleggjandi tørvum skal lesandi venja handaligt hegni innan ávís sjúkrarøktarfaklig øki.
Innihald
Eindin er skipað við kliniskari undirvísing (3 ECTS) og ástøðiliga (12 ECTS). Sjúkrarøktarfakið: • ymisk ástøðilig sjónarhorn á pínu og sjúklingsins upplivilsi av pínu. • ymisk ástøðilig sjónarhorn á vaml og spýggju og sjúklingsins upplivilsi av hesum • ymisk ástøðilig sjónarhorn á obstipation og urininkontinens og sjúklingsins upplivilsi av teimum • ymisk ástøðilig sjónarhorn á føðslu og føðslutørv og sjúklingsins upplivilsi av føðslutørvi • ymisk háttaløg verða brúkt til at meta um støðu sjúklingsins ímun til omanfyrinevndu sjúkrarøktarfakligu spurdómar • fyribyrgjandi, stuðlandi, kompenserandi og viðgerandi sjúkrarøkt til menniskju, ið eru hótt av immobiliteti, obstipatión, urininkontinens, vaml og pínu. Kommunikatión millum sjúkrarøktarfrøðing, sjúkling og møgulig avvarðandi er týðandi partur Sjúkulæra: • sjúkur í urinleiðini og nýrum • sjúkur í hjarta og blóðrensli • sjúkur í beinagrind og vøddum • anæmi • sjúkur í nervalagnum – apoplexi, parkinson og epilepsi Heiliráðfrøði: • heilivág til viðgerð av diabetes • vitaminir og mineralir • heilivág til viðgerð av hjarta- og karsjúkum (akut coronar syndrom, artero sclerosa) • analgetika og antiepileptika • antiinflamatorika og glugocorticoidir • heilivágsrokning Føðsla: • orkugevandi og ikki orkugevandi evni, • kostútrokning, sjúkrahúskost og føðslupolitikk • føðsluscreening • orku- og proteintørv • føðslutilráðingar í mun til tørv sjúklingsins Vísindaástøði og granskingarháttalag: • evidens hugtakið út frá náttúruvísindaligari fatan og evidens score • reliabilitetur, validitetur, • meta eina vísindaliga grein. Klinisk undirvísing á sjúkrahúsdeild: Málið er at veita fyribyrgjandi, stuðlandi, kompenserandi og viðgerandi sjúkrarøkt til menniskju við likamligari sjúku, umframt at menna, varðveita og styrkja likamligu funktiónirnar hjá menniskjanum og at fremja heilsu. Kliniska undirvísingin er skipað sum observerandi lesnaður. Í observerandi lesnaði á støðudeildini skal lesandi vera á deildini 30 tímar, í miðal, um vikuna. Kravið er 80 % uppmøting, sum verður skjalfest í skjalaskjáttuni. 9.4 Karmar fyri klinisku undirvísing á sjúkrahúsdeild Ráðleggingarsamrøða Í 4. eind leggja lesandi og kliniski vegleiðarin ætlan um samstarv galdandi fyri tíðina, lesandi skal vera knýttur at deildini. Ein ráðleggingarsamrøða skal haldast innanfyri teir tveir fyrstu dagarnar, har fyritreytir og felags væntanir skulu greiðast. Í ráðleggingarsamrøðuni kjakast lesandi og kliniskur vegleiðari um tað fakliga innihaldið av eini komandi sjúklingagongd við støði í lærumálinum fyri kliniska tíðarskeiðið og hesum væntanum. Út frá samrøðuni skrivar lesandi eina persónliga kliniska lestrarætlan, sum verður dagførd í samstarvi við kliniska vegleiðaran. Eftirmetingarsamrøður Tá ein sjúklingagongd er at enda komin, skal lesandi gera eina skrivliga eftirmeting, sum verður umrødd við kliniska vegleiðaran. Kliniski vegleiðarin eftirmetir avrikið hjá lesandi í mun til lærumálini. Í sambandi við samrøðuna verður eftirfylgjandi sjúklingagongdin ráðløgd. Eftirmeting av klinisku undirvísingini Lesandi metir egið avrik í mun til lærumál við endan av kliniska tíðarskeiðinum. Eisini eftirmetir kliniski vegleiðarin avrikið hjá lesandi í mun til lærumál
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, case arbeiði við lestrarspurningum, bólkaarbeiði, sjálvlestur og klinisk undirvísing á støðudeild
Læruúrtøka
Eftir lokið kliniskt tíðarskeið, skal lesandi: • hava tikið lut í grundleggjandi sjúkrarøkt til ein ávísan sjúkling saman við kliniska vegleiðara • duga at savna, lýsa og meta data viðvíkjandi teim likamligu funktiónunum • duga at reflektera um útinta sjúkrarøkt • duga at undra seg og arbeiða kannandi • duga at útinna persónligt reinføri við atliti til meginreglur innan smittufyribyrging • duga at identifisera og greina føðsluligar spurdómar hjá sjúklingi • hava eina mynd av, hvat sjúkrarøktaryrkið umfatar
Próvtøkuháttur
Ein skrivlig einsæris uttansetursroynd í sjúkrarøkt, sjúkulæru, føðslulæru og heiliráðfrøði (telur 20 ECTS). Mett verður eftir galdandi próvtalsstiga av próvhoyrara og próvdómara, ið er tilnevndur av MMR.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin