8804.10 - Grundleggjandi klinisk sjúkrarøkt til somatisk sjúk


Skeiðsnummar
8804.10
Heiti
Grundleggjandi klinisk sjúkrarøkt til somatisk sjúk
ECTS
15
Endamál
Eindarlýsingin fyri útbúgvingina til sjúkrarøktarfrøðing er gjørd sambært • Kunngerð nr. 19 frá 03.03.2011 um próvtøku við útbúgvingina av sjúkrarøktarfrøðingum. • Kunngerð um útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya, sum er ávegis. • Lóg um útbúgvingar á Fróðskaparsetur Føroyar. Endamálið við eindarlýsingini er at lýsa, hvørji lærumál eru á teimum einstøku eindunum og hvussu hesi kunnu røkkast.
Innihald
Kliniska undirvísingin fer fram í venjingarstovuni og á støðudeildum . Tær fyrstu 2 vikurnar verður kliniska undirvísingin í venjingarstovuni og tær næstu 8 vikurnar verður hon á sjúkrahúsdeild, á ávikavist heilivág- og skurðdeildum. Venjingarstova : Undirvísingin umfatar sár, kompressións, røkt og seponering av venflon, sterilan teknikk, at leggja og seponera katetur, subcutanan og intramuskuleran injektiónsteknikk Støðudeild : Grundleggjandi sjúkrarøkt á sjúkrahúsum á ávikavist heilivág- og skurðdeildum. Grundleggjandi sjúkrarøktin er í mun til trongd, útskiljan, immobilitet, pínu, vaml, fepur, reinføri, sár og føðslu - við brúk av sjúkrarøktarprosessini.
Læru- og undirvísingarhættir
Kliniska undirvísingin er skipað sum samvirkandi lesnaður í venjingarstovu og støðudeildum. Samvirkandi lesnaður er, at lesandi luttekur í og útinnir sjúkrarøkt saman við sjúkrarøktarfrøðingi.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • sjálvstøðugt útinna grundleggjandi sjúkrarøkt í mun: trongd, útskiljan, immobilitet, pínu, vaml, fepur • greina føðsluligar spurdómar • brúka sjúkrarøktarprosessina til at identifisera grundleggjandi tørvir, gera røktarætlan og útinna sjúkrarøkt samsvarandi henni • skjalfesta útintu sjúkrarøkt sambært mannagongdum á sjúkrarhúsdeildini • grundgeva fakliga við nýggjastu vitan um útintu sjúkrarøkt • í møti við sjúklingin, sýna nærleika og forstáilsi fyri honum • reflektera um útintu sjúkrarøkt • útinna grundleggjandi sjúkrarøkt við atliti til meginreglur innan smittufyribyrging • fyrisita heilivágsgevan sambært heilivágsleiðreglum • duga at undra seg og arbeiða kannandi • duga at skjalfesta egnu læru í skjalaskjáttuna • identifisera egnan lærutørv í mun til framtíðar útbúgvingargongd.
Próvtøkuháttur
Endaeftirmetanin (sjá 4.3.6) av lesandi er javnmett við eina innanhýsis próvtøku. Mett verður í mun til lærumálini fyri klinisku undirvísingina í 5. eind. Mett verður staðið/ikki staðið. Metingin skal skjalfestast í skjalaskjáttuna. 4.4.1 Endurpróvtøka Um lesandi ikki stendur lærumálini fyri klinisku undirvísingina í 5. eind verður í hvørjum einstøkum føri verður støða tikin til endurpróvtøku (Sjá Námsskipan punkt 15.0)
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Súsanna Herdalur Tausen