8805.10 - Sjúkrarøkt til børn og familju


Skeiðsnummar
8805.10
Heiti
Sjúkrarøkt til børn og familju
ECTS
15
Endamál
Eindarlýsingin fyri útbúgvingina til sjúkrarøktarfrøðing er gjørd sambært Kunngerð nr. 19 frá 03.03.2011 um próvtøku við útbúgvingina av sjúkrarøktarfrøðingum. • Kunngerð um útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya, sum er ávegis • Lóg um útbúgvingar á Fróðskaparsetur Føroyar Endamálið við eindarlýsingini er at lýsa, hvørji lærumál eru á teimum einstøku eindunum og hvussu hesi kunnu røkkast. Lýst verða ítøkilig lærumál, høvuðs fakøki, innihald í undirvísing, skipað og tilrættislagt lestrarvirksemi, námsfrøðilig tilrættisleggjan, pensum og meting/próvdøming.
Innihald
Undirvísingin er skipað ávikavist sum ástøðilig og klinisk undirvísing. Innihaldið í tí ástøðiligu undirvísingini er: • Likamliga og sálarliga menningin av barninum. • Innleiðsla til sálarfrøði, harumframt til kreppu- og meistringsástøði • Innleiðsla til samfelagsfrøði. Herundir uppbygging av Almanna- og heilsuverkinum (dentur á heilsuverkið). • Familjan í tí postmodernaða samfelagnum • Viðgongutíð, føðing og tað nýfødda barnið • Útvaldar sjúkur hjá nýfødda barninum og smábarninum • Hermeneutikk og fænomenologi • Greina kvalitativar kanningar. • Kommunikatión við barni og foreldur • Námsfrøði í mun til vegleiðing og undirvísing av børnum og foreldrum. • Innleiðsla til siðfrøði, og greinan av siðfrøðiligum tvístøðum í mun til børn og familjur. Tann kliniska undirvísing umfatar 2 dagar observatiónsvitjan á ávikavist barna- og føðideild og diabetesambulatiorium. Innihaldið hesar dagar er at observera, kanna og reflektera um obstetriska sjúkrarøkt og sjúkrarøkt til sjúk børn.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, case arbeiði við lestrarspurningum, bólkaarbeiði, sjálvlestur og observerandi lesnaði á sjúkrahúsdeildum. Í klinisku undirvísingini verður skjalaskjáttan brúkt sum amboð til at lýsa og reflektera yvir observatiónirnar.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Lýsir normalu gitingina og menningini av fostrinum • Lýsir serstøku støðuna hjá kvinnum og barnakonum í mun til normalar likamligar og sálarligar reaktiónir uppá viðgongutíð og barnsburð. • Lýsir avvik í normalu giting og menning av fostrinum • Lýsir tey serligu viðurskifti, ið kunnu vera við ættleiðing • Lýsir gynækologisk og obstetrisk avvik og sjúkueyðkenni • Lýsa týðandi hugtøk og ástøði innan sálarfrøði • Lýsir normalu sálarligu og likamligu menningina hjá barninum frá 0 til tannáringar aldur • Lýsa sjúkrarøkt til tað nýfødda barnið • Lýsa sjúkrarøkt til tað ov tíðliga fødda barnið • Lýsir avvik í normalu likamligu og sálarligu menningini • Greiðir frá patofysiologiskum broytingum við útvaldum pædiatriskum sjúkum • Greiðir frá støðuni, sum barnið og familjan er í, tá barnið er sjúkt og hvussu tey uppliva og reagera • Greiðir frá útvaldum kreppuástøði • Greiða frá møguligum meistringshættum hjá barni og familju í kreppu. • Leitar fram, metir og greinar kliniska, menningar- og granskingargrundaða vitan um sjúkrarøkt til børn og familju. • Greiðir frá vísindaástøðiliga grundarlagnum undir kvalitativum granskingar háttaløgum við denti á hermeneutik og fænomenologi • Greinar kvalitativ data við útvaldum greiningarhættum. • Metir um kvalitativ data í mun til credibility, transferability, dependability og confirmability • Lýsa ymiskar samfelagsskipanir • Lýsa eyðkenni við tí post-modernaða samfelagnum, og lýsa hvønn týdning tað hevur/kann hava fyri familjuna • Greiðir frá menningini av vælferðarsamfelagnum og samanhanginum millum samfelagsmenning, familjuskipan og livikor hjá einstøku familjunum. • Greiða frá mest týðandi ástøðiligu hugtøkunum og meginreglum innan kommuniktión til børn og foreldur • Duga at greina kommunikatión við denti á aktiva lurtan og spyrjiteknikk og hvørja ávirkan tað hevur á relatiónina millum sjúkrarøktarfrøðing og barn og foreldur • Greiða frá meginhugtøkini innan námsfrøði við denti á didaktiskt umhugsni í mun til kunning,vegleiðing, undirvísing (meginhugtøk er ma. luttakarafortreytir) • Greiða frá høvuðshugtøk innan siðfrøði, við serligum denti á pliktsiðfrøði, konsekvenssiðfrøði og nærheitssiðfrøði • Identifiserar, greinar og reflekterar um etiskar tvístøður í mun til t.d. abort, inseminatión. • Lýsa hugtøkini autonomi, paternalisma og veik paternalisma
Próvtøkuháttur
Ein skrivlig innanseturs roynd í sjúkrarøkt, sálarfrøði og samfelagsfrøði. Mett verður eftir galdandi próvtalsstiga, sjá kriteriir til innanhýsisroynd.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Ábyrgd
Elsa Joan Durhuus Johannesen