8806.10 - Sjúkrarøkt til eldri og varandi sjúk A (ástøði). Endurmenning


Skeiðsnummar
8806.10
Heiti
Sjúkrarøkt til eldri og varandi sjúk A (ástøði). Endurmenning
ECTS
7
Endamál
At lesandi fær innlit í, metur um og nýtir nýggjastu vitan til at skilja tær broytingar, sum fara fram, tá vit eldast. At lesandi fær vitan um útvaldar varandi sjúkur og tess avleiðing fyri tann einstaka. Harumframt skal lesandi ogna sær vitan um heilsuverkið og hvørji tilboð eru til búfólk , heimabúgvandi .
Innihald
Gerontologi; sæð útfrá einum likamligum, sálarligum og sosialum sjónarhorni. Endurmenning og tvørfakligt samstarv í mun til eldri og varandi sjúk. Meistringsástøði og hvørjir tættir hava týdning fyri meistringina í mun til at hava eina varandi sjúku og ella í mun til tað at eldast. Ástøði um lívsgóðsku og uppliving av lívsgóðsku, tá ein eldist ella hevur eina varandi sjúku. Siðfrøðiligar tvístøður í mun til eldri/varandi sjúk. ECTS Skeiðið er 7 ECTS og er samansett av 7 ymiskum lærugreinum: Talva 1: yvirlit yvir lærugreinar og ECTS býtið Lærugrein ECTS Sjúkrarøkt 2,5 Sjúkulæru 0,5 Heiliráðfrøði 0,5 Sálarfrøði 0,5 Vísindaástøði og granskingarháttalagsfrøði 0,5 Skipanarfrøði/leiðsla 1,0 Løgfrøði 0,5 Heimspeki/siðfrøði 1,0
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal lesandi: Vitan: • Lýsa virkisøkið hjá sjúkrarøktarfrøðinginum í heimatænastuni og á ellis- og røktarheimum • Greiða frá støðuni hjá heimabúgvandi/ búfólki, í mun til ellistilgongdina • Greiða frá upplivingini, reaktiónum og meistring at eldast og at hava varandi sjúku • Lýsa rættin hjá heimabúgvandi og búfólkum til endurmenning • Greiða frá týdninginum av endurmenning í mun til útvaldar støður • Lýsa sjúkrarøktarfaklig tiltøk og umhugsan, sum skulu stuðla, kompensera og fyribyrgja vandamál, sum kunnu hótta teirra lívskvalitet • Greiða frá hvørjar uppgávur ymiskir fakbólkar hava í mun til tvørfakliga samstarvið • Greiða frá týdninginum av tí tvørfakliga samstarvinum í mun til sjúkrarøktina til eldri búfólk, heimabúgvandi og varandi sjúk • Greiða frá hvørji atlit skulu takast við heilivággevan til eldri menniskju • Greiða frá hvussu Almanna – og heilsuverkið er skipað og virkar • Greina siðfrøðiligar tvístøður í mun til eldri/varandi sjúk Hegni: • Leita fram og brúkar granskingar- og menningargrundaða vitan um ávís fyribrigdi innan gerontologi og varandi sjúkur
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er býtt upp í tveir partar – ein skrivlig uppgáva, sum er útgansstøði fyri einari munnligari próvhoyring. Hvør partur telur 50 % av tí samlaða próvtalinum. Sjá kriteriir til próvtøkuna. Mett verður eftir galdandi próvtalastiga. Próvtøkan er ein uttanhýsis próvtøka.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Ábyrgd
Elsa Joan Durhuus Johannesen