8807.10 - Sjúkrarøkt til eldri og varandi sjúk A (klinisk)


Skeiðsnummar
8807.10
Heiti
Sjúkrarøkt til eldri og varandi sjúk A (klinisk)
ECTS
8
Endamál
Í eind 7 eru 2 høvuðstemu: 1. Eldri búfólk , og teirra serstøða Lesandi skal ogna sær vitan um royndirnar hjá teim eldru av heilsu og vælveru, varðveita hesar og styrkja tær á eldri árum. 2. Heimabúgvandi og teirra serstøða Við støði í vitan um heilsuverkið og tess tilboð til eldri og varandi sjúk, skal lesandi fyribyrgja og fremja heilsu.
Innihald
Kliniska undirvísingin er ávikavist í heimatænastuni og á ellis og røktarheimum. Undirvísingin er skipað soleiðis at helvtin av flokkinum fer í heimatænastuna og hin helvtin fer á ellis- og røktarheim. Á eind 8 verður býtt um so at lesandi eftir loknu eind 8 hevur verið á báðum klinisku undirvísingarstøðum. Nærri lýsing av innihaldinum sjá fylgiskjal “Karmar fyri klinisku undirvísing í heimatænastu og á ellis- og røktarheimum “. ECTS Eindin er 8 ECTS.
Læru- og undirvísingarhættir
Kliniska undirvísingin er skipað sum samvirkandi lesnaður á ellis – og røktarheimið og í heimatænastuni.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal lesandi: Vitan: • Lýsa virkisøkið hjá sjúkrarøktarfrøðinginum í heimatænastuni og á ellis- og røktarheimum • Greiða frá støðuni hjá heimabúgvandi/ búfólki, í mun til ellistilgongdina • Greiða frá upplivingini, reaktiónum og meistring at eldast og at hava varandi sjúku • Lýsa rættin hjá heimabúgvandi og / búfólkum til endurmenning • Greiða frá sjúkrarøktarfakligum tiltøkum og umhugsan, sum skulu stuðla, kompensera og fyribyrgja vandamál, sum kunnu hótta teirra lívskvalitet • Greiða frá hvørjar uppgávur ymisku fakbólkarnir hava í mun til tvørfakliga samstarvið • Greiða frá týdninginum av tí tvørfakliga samstarvinum í mun til sjúkrarøktina til eldri búfólk, heimabúgvandi og varandi sjúk • Greiða frá hvørji atlit skulu takast við heilivággevan til eldri menniskju • Greiða frá hvussu Almanna – og heilsuverkið er skipað og virkar • Greina siðfrøðiligar tvístøður í mun til eldri/varandi sjúk • Greina og miðla lívssøgu út frá samrøðu við eldri/varandi sjúk Hegni: • Duga at útinna sjúkrarøkt, ið stuðlar likamligu, sálarligu, andaligu og sosiala tørvunum hjá eldri og varandi sjúk, og fyribyrgir heilsubilan í sambandi við ellisbrek. • Duga at koma inn í eitt heim, og virða tann einstaka, avvarðandi og umhvørvið hjá honum/henni • Duga at møta tann einstaka, og sýna nærleika og forstáilsi fyri honum/henni • Duga reflektera um útintu sjúkrarøkt • Duga at skjalfesta refleksjónir í skjalaskjáttuna • Leita fram og brúkar granskingar- og menningargrundaða vitan um ávís fyribrigdi innan gerontologi og varandi sjúkur Førleiki: • Brúka sjúkrarøktarprosessina til at meta um, grundgeva, leggja til rættis, útinna og eftirmeta sjúkrarøktina til eldri og varandi sjúk
Próvtøkuháttur
Lesandi verða mett í mun til læruúrtøkuna fyri klinisku undirvísingina í eind 7. Metanin av lesandi er javnmett við eina innanhýsis próvtøku. Mett verður staðið/ikki staðið. Metingin skal skjalfestast í skjalaskjáttuna.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Elsa Joan Durhuus Johannesen