8809.10 - Skeið í kvantitativum háttalagi


Skeiðsnummar
8809.10
Heiti
Skeið í kvantitativum háttalagi
ECTS
3
Endamál
Endamálið er at menna førleika til at leita í vísindaligum dátugrunnum og meta um kvantitativar vísindaligar greinar
Innihald
Skipað leitan eftir vísindaligum greinum í heilsuvísindaligum dátugrunnum. Kvantitativ granskingarháttaløg og teirra eyðkenni. Arbeitt verður útfrá einum vísindaástøðiligum perspektivi, ið er empiriskt atomistiskt við denti á positivismu. Týðandi hugtøk sum objektivtitetur og kausalitetur verða umrødd. Innleiðsla til grundleggjandi hugtøk innan hagfrøði og innan epidemiologi. Meta vísindaliga grein í mun til generaliserbarheit, validitet, reliabilitet. Greinin viðgerð spurdóm í mun til sjúkrarøkt til eldri. ECTS Skeiðið er 3 ECTS og er samansett av tveimum lærugreinum: Talva 1: yvirlit yvir lærugreinar og ECTS býtið Lærugrein ECTS Sjúkrarøkt 1.0 Vísindaástøði og granskingarháttalagsfrøði 2,0
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog og bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Eftir lokið kliniskt tíðarskeið, skal lesandi: • sjálvstøðugt útinna grundleggjandi sjúkrarøkt í mun: trongd, útskiljan, immobilitet, pínu, vaml, fepur • identifisera og greina føðsluligar spurdómar • brúka sjúkrarøktarprosessina til at identifisera grundleggjandi tørvir, gera røktarætlan og útinna sjúkrarøkt samsvarandi henni • skjalfesta útintu sjúkrarøkt sambært mannagongdum á sjúkrarhúsdeildini • grundgeva fakliga við nýggjastu vitan um útintu sjúkrarøkt • í møti við sjúklingin, sýna nærleika og forstáilsi fyri honum • reflektera um útintu sjúkrarøkt • útinnir grundleggjandi sjúkrarøkt við atliti til meginreglur innan smittufyribyrging • fyrisita heilivágsgevan sambært heilivágsleiðreglum • duga at undra seg og arbeiða kannandi • duga at skjalfesta egnu læru í skjalaskjáttuna • identifisera egnan lærutørv í mun til framtíðar útbúgvingargongd
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er ein skrivlig bólkauppgáva. Próvtøkan er innanhýsis og mett verður staðið/ikki staðið (sjá kriteriir til próvtøkuna).
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Sunrit Niklasdóttir