8810.10 - Heilsufremjandi og fyribyrgjandi sjúkrarøkt í samfelagsligum høpi.


Skeiðsnummar
8810.10
Heiti
Heilsufremjandi og fyribyrgjandi sjúkrarøkt í samfelagsligum høpi.
ECTS
15
Endamál
At lesandi skilur hvønn týdning sjúkrarøkt og heilsunámsfrøði hevur í samband við fyribyrgjandi og heilsufremjandi tiltøk og ætlanir í heilsuverkinum og í samfelagnum. At lesandi fær innlit í hvønn leiklut sjúkrarøktarfrøðingurin hevur í samfelagsligum høpi viðvíkjandi heilsufremjan og fyribyrgjan. At lesandi mennir førleika til at kunna greina og miðla sjúkrarøktarfakligar spurdómar í samfelagsligum og mentunarligum høpi.
Innihald
Undirvísingin er skipað ávikavist sum ástøðilig og klinisk undirvísing. Innihaldið í tí ástøðiligu undirvísingini er: • Leikluturin hjá sjúkrarøktarfrøðinginum í samfelags høpi. • Ymisk ástøði um heilsu, heilsufremjan og fyribyrging. Umrødd verða eisini ymisk hugtøk, ið verða brúkt til at greina heilsustøðuna, sum til dømis arbeiðsumhvørvi, lívsstílur, lívsformar, sosialt netverk, útbrentheit, royking, matur, rørsla. • Ástøðilig fatan av heilsupolitikki - lógir, viðtøkur, aktørar og raðfestingar sæð í einum siðfrøðisligum sjónarmiði. • Tjóða og altjóða tiltøk og ætlanir, t.d. WHO, Heilsustýrið í Danmark og Fólkaheilsuætlan í Føroyum. • Innleiðsla til mannfrøði, mentan og ymisk mentan. • Námsfrøðilig umhugsni í mun til miðlan til almenningin; skriva grein. Tann kliniska undirvísing umfatar 2 vikur, ávikavist 1 viku saman við heilsufrøðingum og 1 vika saman við sjúkrarøktarfrøðingum á fyribyrgingar- og viðgerðarstovnum í primeru heilsutænastu. Endamálið við klinisku undirvísingini er at: • Observera leiklutin hjá sjúkrarøktarfrøðinginum í samfelags høpi.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði, sjálvlestur og greinaskriving.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Lýsa hugtøk og ástøði innan fólkaheilsuvísind við denti á heilsu. • Staðfesta ymisk fyribyrgingar- og heilsufremjandi tiltøk og ætlanir. • Lýsa heilsupolitikk útfrá heilsupolitiskum ástøði • Greiða frá, hvussu samfelagslig og mentunarlig viðurskifti ávirka handlimøguleikar hjá tí einstaka. • Greiða frá, hvussu heilsunámsfrøði kann brúkast í fyribyrgjandi og heilsufremjandi sjúkrarøkt. • Lýsa, hvønn týdning umhvørvi hevur á heilsuna. • Staðfesta vandatættir (risikofaktorar), ið kunnu elva til sjúku. • Greiða frá hvønn týdning arbeiðsumhvørvið hevur á heilsuna • Lýsa týdningin av motivatión í mun til lívsstíl. • Lýsa hvønn týdning sosialur ójavni hevur á heilsuna. • Savna data um støður viðvíkjandi heilsufremjan og fyribyrging. • Lýsa, hvørji krøv og rættindi eru í mun til tað likamliga og sálarliga arbeiðsumhvørvi. • Reflektera um etiskar spurdómar í mun til lívsstíl og livikor hjá hvørjum einstøkum. • Fyrihalda seg kritiskt til ymisk heilsufremjandi- og fyribyrgingartiltøk og ætlanir, bæði tjóðarliga og altjóðarliga. • Kjakast um heilsufremjandi og fyribyrgjandi leiklutin hjá sjúkrarøktarfrøðingum í samfelagsligum høpi. • Greiða frá samskiftis umhugsni í mun til at hava relation og dialog við borgararnar • Leita fram og brúka granskingargrundaða vitan um heilsufremjandi, fyribyrgjandi og viðgerandi virksemi. • Miðla sjúkrarøktarfakliga vitan innan heilsufremjan og fyribyrgjan
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er ein skrivlig bólkauppgáva (sí Krøv til próvtøkuna)
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Elsa Johannesen