8811.10 - Sjúkrarøkt til menniskju við sálarligum sjúkum


Skeiðsnummar
8811.10
Heiti
Sjúkrarøkt til menniskju við sálarligum sjúkum
ECTS
15
Endamál
At lesandi ognar sær vitan um og skil fyri sjúkrarøkt, sum kann stuðla menniskjanum í tyngjandi sálarligum støðum. At lesandi skilur týdningin av námsfrøðiligum og kommunikativum viðurskiftum, í samspælinum ímillum sjúkling og sjúkarøktarfrøðing .
Innihald
Undirvísingin er skipað ávikavist sum 2 vikur ástøðilig og 8 vikur klinisk undirvísing. Innihaldið er: • Sálarligu sjúkur og tess eyðkenni • Sjúkrarøkt til menniskju, ið eru sálarlig sjúk • Relatión millum sjúkling og starvsfólk/lesandi • Heilivágur: antipsykotika, anxiolytika, hypnotika, antiepileptika og antidepressiva • Vegna hegni at undirvísa og vegleiða sjúklingum, avvarðandi og starvsfeløgum, grundað á ástøði. • Kravdur lestraraktivitetur: Greina útvalda praksisstøðu. • Temadag um motiverandi samtalan og sokratiska dialog – kommunikatiónsvenjingar
Læru- og undirvísingarhættir
Ástøðiliga undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði, sjálvlestur. Kliniska undirvísingin er skipað sum samvirkandi lesnaður. Samvirkandi lesnaður er, at lesandi luttekur í og útinnir sjúkrarøkt saman við sjúkrarøktarfrøðingi. Lesandi observerar, lýsir og greinar sjúkrarøktarfakligar spurdómar og útinnir sjúkrarøkt til útvaldar sjúklingar. Skjalaskjáttan verður brúkt sum amboð til útinnan, refleksjónir og eftirmetingar.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Lýsa innihaldi í galdandi psykiatrilóggávu • Greiða frá hugtøkunum autonomi, paternalisma og veik paternalisma • Greiða frá kommunikativum og námsfrøðiligum viðurskiftum í samspælinum ímillum sjúkling og sjúkrarøktarfrøðing. • Greiða frá sjúkueyðkennum knýtt at sálarligum sjúkum • Savna, greina og meta data í mun til at útinna sjúkrarøkt • Greiða frá farmakokinetik, farmakodynamik og kliniska farmakologi innan antipsykotika, anxiolytika, hypnotika, antiepileptika og antidepressiva • Duga at handfara og fyrisita heilivág • Greina støðu sjúklingsins við ástøðiligari vitan • Við støði í nýggjastu vitan, undirvísa og vegleiða sjúklingum, avvarðandi, starvsfeløgum og samstarvspørtum, við atliti at teirra luttakarafortreytum • Taka lut í fakligum og tvørfakligum samstarvi í mun til heilsu, sjúku og endurmenning • Reflektera um egnar sálarligar reaktiónir í interaktiónini við sjúklingin • Duga at kommunikera við sjúkling, avvarðandi og samstarvspartar grundað á kommunikatonsástøði • Duga at brúka ástøði í mun til at útinna og eftirmeta sjúkrarøkt fyri at kunna geva eina evidensgrundaða sjúkrarøkt • Duga at skjalfesta sjúkrarøktina • Reflektera um støðu sjúklingsins ímun til autonomi og paternalisma • Reflekterar yvir áskoðanir (paradigmir), ið kunnu liggja til grund fyri sjúkrarøktina • Reflektera um útvalda praksisstøðu • Meta um egnan lærutørv í mun til útbúgvingartilgongdina
Próvtøkuháttur
Støðumet
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Kristianna Lund Dam