8812.10 - Sjúkrarøkt til bráðsjúk og lívshóttandi sjúk


Skeiðsnummar
8812.10
Heiti
Sjúkrarøkt til bráðsjúk og lívshóttandi sjúk
ECTS
15
Endamál
At lesandi ongar sær vitan um og skil fyri sjúkrarøkt, sum kann stuðla menniskjum, ið eru bráðsjúk og lívshóttandi sjúk. At lesandi ognar sær vitan um og skil fyri palliativari sjúkrarøkt, sum kann stuðla menniskjum, ið fáa linnandi viðgerð. Ogna sær vitan um og skil fyri sjúkrarøkt, sum kann stuðla menniskjum, ið eru doyggjandi og við deyða. At lesandi ognar sær vitan um alternativa viðgerðir sum ískoyti til ta traditionellu viðgerðirnar.
Innihald
Undirvísingin er skipað ávikavist sum 8 vikur ástøðilig og 2 vikur klinisk undirvísing. Innihaldið í ástøðiligu undirvísingini er: • Traumatologi og lívbjargandi viðgerð • Bráðsjúk og lívshóttandi sjúk • Samskiftið við fólk í kreppu • Sorg, líðing, meistring og vón í mun til at vera lívshóttandi sjúkur • Viðgerð og sjúkrarøkt til krabbameinssjúklingar • Palliatión, hospice og deyðin • Komplimentær og alternativ viðgerð og røkt Innihaldið í klinisku undirvísingini er: • 2 dagar á sjúkrahúsdeild, har lesandi observerar sjúklingar, ið eru bráðsjúk og/ella lívshóttandi sjúk • 1½ vika í venjingarstovu har lesandi venja hegni í at útinna sjúkrarøkt til bráðsjúk og lívshóttandi sjúk
Læru- og undirvísingarhættir
Ástøðiliga undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði, sjálvlestur. Kliniska undirvísing á sjúkrahúsdeildum er skipaður sum observerandi lesnaður , har lesandi observerar og greinar sjúkrarøktarfakligar spurdómar. Í klinisku undirvísingin í vejingarstovu, luttaka lesandi aktivt ímun til samskifti og reflektión Skjalaskjáttan verður brúkt sum amboð til útinnan, refleksjónir og eftirmetingar.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Greina útvaldar kompleksar sjúkrarøktarfakligar spurdómar við lívshóttandi støðum • Greiða frá patologiskum fyribrigdum í mun til bráð- og lívshóttandi sjúkum • Greiða frá farmakokinetik, farmakodynamik í mun til krabbameinsviðgerð og lívbjargandi viðgerð • Duga at samskifta við sjúklingar, sum eru í kreppu og teirra avvarðandi • Reflektera um týdningin av samstarvi við sjúklingar, ið eru raktir av lívshóttandi sjúku og teirra avvarðandi • Reflektera um egnar sálarligar reaktiónir í mun til støðu sjúklingsins • Lýsa útvaldar átrúnaðarligar áskoðanir og teirra átrúnaðarligu fyribrigdir • Greina útvaldar interventiónir í mun til eksistensiellan, andaliga og átrúnaðarligan tørv hjá sjúklinginum, ið hevur lívshóttandi sjúku • Greiða frá tørvinum fyri umsorgan og linnandi sjúkrarøkt hjá sjúklingi, ið hevur fingið staðfest ólekjandi sjúku • Kjakast um sjúklingaperspektivið í mun til hugtøkini meistring, sorg, líðing og vón • Lýsa útvaldar komplimenterar og alternativar viðgerðarhættir og lýsa hvussu hesir hættir virka • Lýsa ábyrgd í mun til at kunna sjúklingar viðvíkjandi komplimentera og alternativa viðgerð • Leita, velja út, greina og meta ástøði umframt kanningar- og granskingarúrslit í mun til sjálvvaldan kliniskan sjúkrarøktrafakligan spurdóm • Meta um egnan lærutørv í mun til útbúgvingartilgongdina
Próvtøkuháttur
Einsæris skrivlig próvtøka
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Ábyrgd
Annemi Lund Joensen