8812.12 - Sjúkrarøkt til bráðsjúk og lívshóttandi sjúk


Skeiðsnummar
8812.12
Heiti
Sjúkrarøkt til bráðsjúk og lívshóttandi sjúk
ECTS
15
Endamál
At lesandi ongar sær vitan um og skil fyri sjúkrarøkt, sum kann stuðla menniskjum, ið eru bráðsjúk og lívshóttandi sjúk. At lesandi ognar sær vitan um og skil fyri palliativari sjúkrarøkt, sum kann stuðla menniskjum, ið fáa linnandi viðgerð. Ogna sær vitan um og skil fyri sjúkrarøkt, sum kann stuðla menniskjum, ið eru doyggjandi og við deyða. At lesandi ognar sær vitan um alternativa viðgerðir sum ískoyti til tær traditionellu viðgerðirnar.
Innihald
Undirvísingin er skipað ávikavist sum 8 vikur ástøðilig og 2 vikur klinisk undirvísing. Innihaldið í ástøðiligu undirvísingini er: • Traumatologi • Vætu-elektrolytviðgerð • Bráðsjúk og lívshóttandi sjúk • Samskiftið við fólk í kreppu • Sorg, líðing, meistring og vón í mun til at vera lívshóttandi sjúkur • Viðgerð og sjúkrarøkt til krabbameinssjúklingar • Palliatión, hospice, doyggjandi og deyðin • Komplimentær og alternativ viðgerð og røkt Innihaldið í klinisku undirvísingini er: • 2 vikur í venjingarstovu har lesandi venja hegni í at útinna sjúkrarøkt til bráðsjúk og lívshóttandi sjúk
Læru- og undirvísingarhættir
Ástøðiliga undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, case, bólkaarbeiði, sjálvlestur. Í klinisku undirvísingini í venjingarstovuni venja lesandi hegni útfrá case. Harumframt luttaka lesandi aktivt ímun til samskifti- og reflektiónsvenjingar. Skjalaskjáttan verður brúkt sum amboð til útinnan, refleksjónir og eftirmetingar.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Greina útvaldar kompleksar sjúkrarøktarfakligar spurdómar við lívshóttandi støðum • Greiða frá patologiskum fyribrigdum í mun til bráð- og lívshóttandi sjúkum • Greiða frá farmakokinetik, farmakodynamik í mun til krabbameinsviðgerð og lívbjargandi viðgerð • Duga at samskifta við sjúklingar, sum eru í kreppu og teirra avvarðandi • Reflektera um týdningin av samstarvi við sjúklingar, ið eru raktir av lívshóttandi sjúku og teirra avvarðandi • Lýsa útvaldar átrúnaðarligar áskoðanir og teirra átrúnaðarligu fyribrigdir • Greina útvaldar interventiónir í mun til eksistensiellan, andaliga og átrúnaðarligan tørv hjá sjúklinginum, ið hevur lívshóttandi sjúku • Greiða frá tørvinum fyri umsorgan hjá sjúklingini og avvarðandi í bráðstøðuni • Greiða frá tørvinum fyri umsorgan og linnandi sjúkrarøkt hjá sjúklingi, ið hevur fingið staðfest ólekjandi sjúku • Kjakast um sjúklingaperspektivið í mun til hugtøkini meistring, sorg, líðing og vón • Lýsa útvaldar komplimenterar og alternativar viðgerðarhættir og lýsa hvussu hesir hættir virka • Lýsa ábyrgd í mun til at kunna sjúklingar viðvíkjandi komplimentera og alternativa viðgerð • Meta um egnan lærutørv í mun til útbúgvingartilgongdina
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Ábyrgd
Annemi Lund Joensen