8814.10 - Relatiónin millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum


Skeiðsnummar
8814.10
Heiti
Relatiónin millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum
ECTS
15
Endamál
Endamálið er at fáa skil fyri relatiónini millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum.
Innihald
Ástøðið 4 vikur: • Leiðsluástøði, leiðsluhættir, leiðslustig, sjúkrahúsleiðsla, organisatiónsmentan oa. • KT í heilsuverkinum. KT og lógar-ásetingar. • Transfusiónsskeið og iv-skeið • Leiðsla í sjúkrarøkt • Sjálvvald evni í venjingarstovu • Sjúkrarøkt við atliti at relatiónini í stutta møtinum Klinisk undirvísing 4 vikur: Observerandi lesnaður á kliniskum útbúgvingarstøðum, ið eru eyðkend fyri stutta kontakt við sjúklingin. Sjúkrarøkt við denti á relatiónina við sjúklingar í sjúklingagongdum, sum eru eyðkendar við styttri sambondum. Próvtøka 2 vikur: Við støði í kliniskum spurdómi leita fram gransking um relatiónina millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Ástøðiliga undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði, venjingar og sjálvlestur. Kliniska undirvísingin er skipað sum observerandi lesnaður, har lesandi er saman við sjukrarøktarfrøðingi og observerar og útinnir sjúkrarøkt. Lesandi observerar, lýsir og reflekterar um sjúkrarøktarfakligar spurdómar í praksis. Skjalaskjáttan verður brúkt sum amboð til útinnan, refleksjónir og eftirmetingar.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • brúka kliniskar leiðreglur í mun til ávísar kliniskar sjúkrarøktarfakligar spurdómar • meta um klinisk háttaløg, ið verða brúkt í metingini av støðu sjúklingsins • meta um støðu sjúklingsins í stutta møtinum • duga at tillaga samskifti við atliti at støðu sjúklingsins í stutta møtinum • reflektera um relatiónina við sjúklingar í stutta møtinum • reflektera um egnar reaktiónir í møtinum við sjúklingin • við vaksandi sjálvstøði veita kunning til og vegleiða sjúklingar í stutta møtinum • greiða frá hvørjar løgfrøðiligar lógarásetingar eru viðvíkjandi persónligum elektroniskum dáta • leita fram og velja út, kanningar- og granskingarúrslit í mun til spurdómar í klinisku undirvísingini • reflektera um møguleikar og forðingar í mun til implementering av menningar- og granskingar úrslitum innan sjúkrarøktaryrkið • miðla viðgerð av kliniskum spurdómi til medlesandi og starvsfólk í klinikkini • meta um egnan lærutørv í mun til útbúgvingartilgongdina
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva (sí krøv til próvtøku á eind 13)
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Sunrit Niklasdóttir