8817.10 - Valfrí eind. Evni/øki í mun til ritgerðarevni


Skeiðsnummar
8817.10
Heiti
Valfrí eind. Evni/øki í mun til ritgerðarevni
ECTS
10
Endamál
Endamálið er at avklára og avmarkað ein kliniskan sjúkrarøktarfakligan spurdóm, í mun til bachelor-ritgerðina.
Innihald
Undirvísingin er deild upp í 2 partar ávikavist 3 vikur í kliniska/ástøðiliga undirvísing eftir egnum ynski og 3 vikur ástøðiliga undirvísing. 1. partur: • Arbeiða við spurdómi knýttir at bachelor ritgerðini o Leita fram praktiska og granskingargrunda vitan um sjálvvalt evni o Avmarka spurdóm 2. partur: • Verkskeið 1: Karmar um bachelor ritgerðina o Arbeiða við krøvum til bsc-ritgerð o Vegleiðari – vegleiðing o Samstarvsavtalur • Verkskeið 2: Skrivitilgongdin o Koma í gongd við at skriva o Skipað leiting o Evni- og metakommunikatión o Brúk av ástøði í bsc ritgerðini o Pentagon • Verkskeið 3: Kanningardesign og tess vísindaliga grundarlag o Interview o Spurnarblaðskanning o Observatiónskanning o Siðfrøðisligt umhugsni í samband við kanningardesignini
Læru- og undirvísingarhættir
Sjálvlestur, observatiónir, upplegg og framløgur. Skjalaskjáttan verður brúkt sum refleksjónsamboð.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Undra seg um sjúkrarøktarfakligar spurdómar • Greiða frá relevansinum av útvalda sjúkrarøktarfakliga spurdóminum • Greiða frá spurdóminum í mun til samfelagshøpi • Duga at leita eftir granskingargrundari vitan á vísindaligum dátagrunnum • Lýsa leitorðini í talgildu leitanini • Meta um kliniska, menningar- og granskingargrundaða vitan um valda sjúkrarøktarfakliga spurdóm • Greiða frá, hvørji granskingarháttaløg kundi verið hóskandi til at kanna útvalda sjúkrarøktarfakliga spurdómin við.
Próvtøkuháttur
Kravdur lestraraktivitetur við støði í læruúrtøkunum fyri eind 15
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Annemi Lund Joensen