8818.10 - Bachelorritgerð


Skeiðsnummar
8818.10
Heiti
Bachelorritgerð
ECTS
20
Endamál
Bachelorritgerðin skal skjalfesta, at lesandi brúkar ástøði og háttaløg í mun til kliniskan sjúkrarøktarfakligan spurdóm. Bachelorritgerðin skal harumframt skjalfesta, at lesandi hevur ognað sær almennar akademiskar førleikar.
Innihald
Lesandi skrivar eina ritgerð, ið verður framløgd, tá eindin endar. Tvær verkstovur eru í eindini: • Verkstova í mun til innsavnan av empiri • Verkstova í mun til greinan av empiri
Læru- og undirvísingarhættir
Ritgerðararbeiði og framløgur
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • staðfesta, avmarka og grundgeva fyri einum kliniskum sjúkrarøktarfakligum spurdómi • greiða frá hvønn týdning kliniski sjúkrarøktarfakligi spurdómurin hevur í mun til samfelagi • greiða frá hvørji vísindalig krøv eru til útvalda granskingarháttalagið í verkætlanini • leita, velja og meta ástøði umframt kanningar- og granskingarúrslit í mun til sjálvvaldan kliniskan sjúkrarøktrafakligan spurdóm • greina empiri við viðkomandi ástøði • kjaka og meta um valda háttalag, og um tey úrslit, ið eru framsett í verkætlanini • seta fram niðurstøðu og perspektivering • seta fram uppskot um menning av sjúkrarøktini í mun til spurdómsøkið • vísa evni til at skipa egið arbeiði í eini samanhangandi ritgerð
Próvtøkuháttur
Bachelorritgerð
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Ábyrgd
Hildigunn Steinhólm Højgaard