8830.10 - Anatomi, lívvirkisfrøði og lívevnafrøði


Skeiðsnummar
8830.10
Heiti
Anatomi, lívvirkisfrøði og lívevnafrøði
ECTS
12,5
Endamál
At lesandi fær vitan um, hvussu likamið er uppbygt og virkar anatomiskt, lívirkisfrøðiligt og lívevnafrøðiligt.
Innihald
Byrja verður við kyknu og vevnaðlæru, tær ymisku yrkisgagnarskipanirnar, og at enda verður arbeitt við, hvussu samanhangur er millum yrkisgagnarskipanirnar og likamligu strembanini eftir homeostasu. Undirvísingin kronologisk: Kyknan og kyknudeiling, DNA og DNA-replikatión, kyknudifferentiering, metabolisma, diffusion og osmosa, elektrolyt- og vætujavnvág, nervalagið, beinagrind, vøddar, sansir, húðin, temperaturregulering, blóð, blóðkør, lymfa, hjarta, blóðrensl, andaleiðin, lunga, immunverjan, sodningarleiðin, livurin, urinleiðin, nýra, endokrina virki hjá nýranum, hormonskipanin.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Eftir lokna eind kann lesandi: • Lýsa kemisku samansetingina í menniskjanum og í hvørji einstakari kyknu • Greiða frá kemisku prosessunum í kroppinum • Lýsa kyknu samansetingina og hennara virki • Lýsa samanseting og virki hjá kyknukjarnuni og kyknumembranuni • Greiða frá evnisskiftinum hjá kyknuni • Lýsa anatomisku og lívvirkisfrøðiligu sundurbýtingina hjá nervalagnum • Identifisera ”eitt sentur” og ”eitt ganglie” • Lýsa hvar cerebrospinalvætan verður gjørd og lýsir hennara virki og ringrás • Greiða frá autonomu og somatisku refleksunum í CNS • Lýsa hvar hypothalamus er og hvussu tað virkar • Lýsa hvussu impuls verða gjørd, leidd og yvirførd í synapsunum • Lýsa eyðkennini við somatisku nervaskipanini • Lýsa eyðkennini og innervatiónsøkini hjá sympatacus og parasympatacus og teirra samspæl • Greiða frá pínusansinum • Identifisera økini í CNS, sum hava týdning fyri rørslur • Lýsa samansetingina og virki hjá epitel-, stuðuls-, nerva- og vøddavevnaði • Identifisera munin ímillum ekta og ikki ekta lið • Greiða frá hvussu beinvevnaður er bygdur og virkar, og hvørji hormon hava ávirkan á beinuppbyggingina • Identifisera lívvirkisfrøðiligar tættir, sum hava týdning fyri ”beinmassan” • Greiða frá hvussu impulsir ferðast til tvørstríputu vøddarnar og tess kontraktión. • Lýsa hvussu organisman skrásetur og reagerar uppá sansastimuli • Greiða frá hvussu temperaturreguleringssentrið reagerar við normalari ávirkan • Identifisera hvussu húðin er uppbygd og greiða frá funktiónini • Lýsa leguna hjá kvinnuligu og mannligu kynsgøgnunum og lýsa hvussu tey eru uppbygd • Greiða frá menstruatiónscyklus (hormonelt, í slímhinnuni í uterus og í ovarinum) • Greiða frá ilt (O2) og koldioksid ( CO2) skiftinum • Lýsa arbeiðið hjá vøddunum og trýstið í thorax við innanding og útanding í hvílu • Greiða frá hvussu respiratiónin regulerar seg við normalari ávirkan • Lýsa elektrisku og kemisku aktivitetirnar í hjartanum í sambandi við hjartasláttur • Greiða frá hvussu blóðrenslið verður regulerað, herundir hvussu hjarta og blóðrensl kompensera/reagera við normalari ávirkan • Lýsa munin millum lunga (lítla)- og systemrensli (stóra) • Lýsa blóðið: innihald og funktión • Greiða frá venupumpuni • Lýsa veggjabygnaðin á arterium, venum og kapillærum • Navngevur tær størstu arteriurnar og venurnar (sí fylgiskjal til undirvísingarskránna) • Greiða frá hvussu gróðrarvatnsskipanin(lymfesystem) er bygd og fungerar • Lýsa ta óspecifikku og specifikku immunverjuna: í mun til bygnað og funktión • Greiða frá reguleringini av hormonútskiljanini frá Thyroidea og lýsa leiklutin, sum hormonini hava í sambandi við orkustoffskifti • Identifisera sundurbýtingina av hormonunum og lýsa hvussu tey virka • Identifisera hormonini í ávikavist hypofysu forlappanum og -baklappanum og lýsa teirra virki • Greiða frá samanhanginum millum hypothalamus og hypofysuna • Lýsa reguleringsmekanismurnar í samband við hormonútskiljan • Greiða frá niðurbrótingini av proteini, feitti og kolhydrati • Lýsa upptøkuna av aminosýrum, monosakkaridum, feittsýrum og B12 vitamin • Greiða frá, hvussu nervaskipanin og endokrina skipanin regulerar aktivitetin í sodningarleiðini • Greiða frá hvussu sodningarleiðini reagerar við normalari ávirkan • Greiða frá reguleringini av hormonútskiljanini frá Thyroidea og lýsa leiklutin, sum hormonini hava í sambandi við orkustoffskifti • Lýsa bygnaðin og virki hjá nýranum og urinleiðini • Greiða frá teimum hormonum, sum hava týdning fyri nýra og urinleið • Greiða frá hvussu nýra og urinleiðin reagerar við normalari ávirkan • Identifisera sundurbýtingina av hormonunum og lýsa hvussu tey virka • Identifisera hormonini í ávikavist hypofysu forlappanum og -baklappanum og lýsa teirra virki • Greiða frá samanhanginum millum hypothalamus og hypofysuna • Lýsa reguleringsmekanismurnar í samband við hormonútskiljan • Identifisera hormonini frá gld. suprarenalis og lýsa hvussu kortisol virkar
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í fýra tímar. Hjálpiamboð (bøkur) til lívvirkisfrøði og lívevnafrøði. Ongi hjálpitól til anatomi.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Ábyrgd
Súsanna Herdalur Tausen