8865.12 - Grundleggjandi klinisk sjúkrarøkt til somatisk sjúk.


Skeiðsnummar
8865.12
Heiti
Grundleggjandi klinisk sjúkrarøkt til somatisk sjúk.
ECTS
15
Endamál
Lesandi mennir hegni og førleika í grundleggjandi sjúkrarøkt, og mennir førleika til at grundgeva fyri og reflektera yvir grundleggjandi sjúkrarøktarhandlingar.
Innihald
Kliniska undirvísingin fer fram í venjingarstovuni og á støðudeildum . Tær fyrstu 2 vikurnar verður kliniska undirvísingin í venjingarstovuni og tær næstu 8 vikurnar verður hon á sjúkrahúsdeild, á ávikavist heilivág- og skurðdeildum. Venjingarstova : Undirvísingin umfatar: sár, forbindingar, miðstráluurin, stix, sjúkrarøkt og seponering av venflon, sjúkrarøkt til sjúklingar við skerdum sansum, sterilan teknikk, at leggja og seponera katetur, subcutanan og intramuskuleran injektiónsteknikk, flytiteknikk og trygd í arbeiðnum. Støðudeild : Grundleggjandi sjúkrarøkt á sjúkrahúsum á ávikavist heilivág- og skurðdeildum. Grundleggjandi sjúkrarøktin er í mun til trongd, útskiljan, immobilitet, pínu, vaml, fepur, reinføri, sár og føðslu - við brúk av sjúkrarøktarprosessini.
Læru- og undirvísingarhættir
Kliniska undirvísingin er skipað sum samvirkandi lesnaður í venjingarstovu og støðudeildum. Samvirkandi lesnaður er, at lesandi luttekur í og útinnir sjúkrarøkt saman við sjúkrarøktarfrøðingi.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • sjálvstøðugt útinna grundleggjandi sjúkrarøkt í mun: trongd, útskiljan, immobilitet, pínu, vaml, fepur • greina føðsluligar spurdómar í mun til støðu sjúklingsins • brúka sjúkrarøktarprosessina til at identifisera grundleggjandi tørvir, gera røktarætlan og útinna sjúkrarøkt samsvarandi henni • skjalfesta útintu sjúkrarøkt sambært mannagongdum á sjúkrarhúsdeildini • grundgeva fakliga við nýggjastu vitan um útintu sjúkrarøkt • í møti við sjúklingin, sýna nærleika og forstáilsi fyri honum • reflektera um útintu sjúkrarøkt, bæði skrivliga og munnliga • útinna grundleggjandi sjúkrarøkt við atliti til meginreglur innan smittufyribyrging • fyrisita heilivágsgevan sambært heilivágsleiðreglum • duga at undra seg og arbeiða kannandi • duga at skjalfesta egnu læru í skjalaskjáttuna • identifisera egnan lærutørv í mun til framtíðar útbúgvingargongd.
Próvtøkuháttur
Við endan av tíðarskeiðnum, verður lesandi mett í mun til læruúrtøkuna fyri klinisku undirvísingingarskeiðið í eind 5 – støðumet. Metanin av lesandi er javnmett við eina innanhýsis kliniska próvtøku.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Marjun Thomsen