8832.11 - Sjúkrarøkt til eldri og varandi sjúk (ástøði)


Skeiðsnummar
8832.11
Heiti
Sjúkrarøkt til eldri og varandi sjúk (ástøði)
ECTS
7
Endamál
At lesandi fær innlit í, metur um og nýtir nýggjastu vitan til at skilja tær broytingar, sum fara fram, tá vit eldast. At lesandi fær vitan um útvaldar varandi sjúkur og tess avleiðing fyri tann einstaka. Harumframt skal lesandi ogna sær vitan um heilsuverkið og hvørji tilboð eru til búfólk , heimabúgvandi .
Innihald
Gerontologi; sæð útfrá einum likamligum, sálarligum og sosialum sjónarhorni. Endurmenning og tvørfakligt samstarv í mun til eldri og varandi sjúk. Ástøði um lívsgóðsku og uppliving av lívsgóðsku, tá ein eldist ella hevur eina varandi sjúku. Arbeiða við sjúkrarøktarfakligum spurdómi í mun til eldri og varandi sjúk.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Lýsa virkisøkið hjá sjúkrarøktarfrøðinginum í heimatænastuni og á ellis- og røktarheimum • Greiða frá støðuni hjá heimabúgvandi/ búfólki, í mun til ellistilgongdina • Greiða frá upplivingini, reaktiónum og meistring at eldast og at hava varandi sjúku • Lýsa rættin hjá heimabúgvandi og búfólkum til endurmenning • Greiða frá týdninginum av endurmenning í mun til útvaldar støður • Lýsa sjúkrarøktarfaklig tiltøk og umhugsan, sum skulu stuðla, kompensera og fyribyrgja vandamál, sum kunnu hótta teirra lívskvalitet • Greiða frá hvørjar uppgávur ymiskir fakbólkar hava í mun til tvørfakliga samstarvið • Greiða frá týdninginum av tí tvørfakliga samstarvinum í mun til sjúkrarøktina til eldri búfólk, heimabúgvandi og varandi sjúk • Greiða frá hvørji atlit skulu takast við heilivággevan til eldri menniskju • Greiða frá hvussu Almanna – og heilsuverkið er skipað og virkar • Greina sjúkrarøktarfakligan spurdóm í mun til eldri/varandi sjúk • Leita fram og brúkar granskingar- og menningargrundaða vitan um ávís fyribrigdi innan gerontologi og varandi sjúkur
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er býtt upp í tveir partar – ein skrivlig uppgáva, sum er útgansstøði fyri einari munnligari próvhoyring. Hvør partur telur 50 % av tí samlaða próvtalinum (sí Krøv til próvtøkuna).
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Ábyrgd
Sunrit Niklasdóttir