8834.11 - Sjúkrarøkt til eldri og varandi sjúk (klinikk)


Skeiðsnummar
8834.11
Heiti
Sjúkrarøkt til eldri og varandi sjúk (klinikk)
ECTS
12
Endamál
Í eind 8 eru 2 høvuðstemu: 1. Eldri búfólk , og teirra serstøða Lesandi skal ogna sær vitan um royndirnar hjá teim eldru av heilsu og vælveru, varðveita hesar og styrkja tær á eldri árum. 2. Heimabúgvandi og teirra serstøða Við støði í vitan um heilsuverkið og tess tilboð til eldri og varandi sjúk, skal lesandi fyribyrgja og fremja heilsu hjá heimabúgvandi í øllum aldri.
Innihald
Sjúkrarøktin er rættað ímóti teimum eldru og varandi sjúku, og fer fram ávikavist í heimatænastuni og á ellis- og røktarheimum. Undirvísingin er skipað soleiðis, at helvtin av flokkinum fer í heimatænastuna og hin helvtin fer á ellis- og røktarheim. Nærri lýsing av innihaldinum, sjá fylgiskjal “Karmar fyri klinisku undirvísing í heimatænastu og á ellis- og røktarheimum “ eind 8.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Lýsa virkisøkið hjá sjúkrarøktarfrøðinginum í heimatænastuni og á ellis- og røktarheimum • Greiða frá støðuni hjá heimabúgvandi/ búfólki, í mun til ellistilgongdina • Greiða frá upplivingini, reaktiónum og meistring at eldast og at hava varandi sjúku • Lýsa rættin hjá heimabúgvandi og/ella búfólkum til endurmenning • Greiða frá sjúkrarøktarfakligum tiltøkum og umhugsan, sum skulu stuðla, kompensera og fyribyrgja vandamál, sum kann hótta lívsgóðskuna • Greiða frá hvørjar uppgávur ymisku fakbólkarnir hava í mun til tvørfakliga samstarvið • Greiða frá týdninginum av tí tvørfakliga samstarvinum í mun til sjúkrarøktina til búfólk og heimabúgvandi. • Greiða frá hvørji atlit skulu takast við heilivággevan til eldri menniskju • Greiða frá hvussu Almanna – og heilsuverkið er skipað og virkar • Greina siðfrøðiligar tvístøður í mun til eldri/varandi sjúk • Duga at útinna sjúkrarøkt, ið stuðlar likamligu, sálarligu, andaligu og sosiala tørvunum hjá búfólki og heimabúgvandi. • Duga at koma inn í eitt heim, og virða tí einstaka, avvarðandi og umhvørvið hjá honum/henni • Duga at møta tí einstaka, og sýna nærleika og forstáilsi fyri honum/henni • Duga at reflektera um útintu sjúkrarøkt • Duga at skjalfesta refleksjónir í skjalaskjáttuna • Duga at leita fram og brúka granskingar- og menningargrundaða vitan um ávís fyribrigdi innan gerontologi og varandi sjúkur • Duga sjálvstøðugt at leggja til rættis, útinna og eftirmeta sjúkrarøkt, og duga at skjalfesta sjúkrarøktina í kardex á kliniska undirvísingarstaðnum (røktargongdin) • Duga at greiða frá og grundgeva fyri ráðløgdu sjúkrarøktini • Brúka sjúkrarøktarprosessina til at meta um, grundgeva, leggja til rættis, útinna og eftirmeta sjúkrarøktina til eldri og varandi sjúk
Próvtøkuháttur
Lesandi verða mett í mun til læruúrtøkuna fyri klinisku undirvísingina í eind 8. Metanin av lesandi er javnmett við eina innanhýsis próvtøku. Metingin skal skjalfestast í skjalaskjáttuna.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Sunrit Niklasdóttir