8866.12 - Sjúkrarøkt til børn og familju


Skeiðsnummar
8866.12
Heiti
Sjúkrarøkt til børn og familju
ECTS
15
Endamál
At lesandi fær vitan um børn og familjur útfrá einum likamligum, sálarligum og sosialum sjónarhorni. At lesandi fær vitan um kommunikativ og námsfrøðilig ástøði. At lesandi fær vitan um heilsunámsfrøði í mun til børn og familjur, herundir hvussu sjfr kann arbeiða fyribyrgjandi og heilsufremjandi í mun til børn og familjur.
Innihald
Undirvísingin er skipað ávikavist sum ástøðilig og klinisk undirvísing. Innihaldið í tí ástøðiligu undirvísingini er: • Sjúkrarøktarástøði: Joyce Travelbee • Calgary - familjumodell • Pædiatrisk- og gynækologisk sjúkrarøkt • Likamliga og sálarliga menningin av barninum. • Ymiskt ástøði innan sálarfrøði: menningarsálarfrøði, persónligheitssálarfrøði, heilsusálarfrøði. Harumframt kreppu- og meistringsástøði • Innleiðsla til fólkaheilsuvísind og til hugtøkini fyribyrging, heilsufremjan og handlikomptetansa – rættað ímóti barninum og familjuni • Innleiðsla til samfelagsfrøði. Herundir uppbygging av Almanna- og heilsuverkinum (dentur á heilsuverkið) • Familjan í tí postmodernaða samfelagnum • Viðgongutíð, føðing og tað nýfødda barnið • Útvaldar sjúkur hjá nýfødda barninum og smábarninum • Hermeneutikk og fænomenologi • Meta um kvalitativar kanningar við VAKS • Samskifti við barni og foreldur • Námsfrøði í mun til vegleiðing og undirvísing av børnum og foreldrum • Innleiðsla til siðfrøði, og greinan av siðfrøðiligum tvístøðum í mun til børn og familjur Tann kliniska undirvísing umfatar 2 dagar observatiónsvitjan á ávikavist barna- og føðideild og diabetesambulatiorium. Innihaldið hesar dagar er at observera, kanna og reflektera um obstetriska sjúkrarøkt og sjúkrarøkt til sjúk børn.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, case arbeiði við lestrarspurningum, bólkaarbeiði, sjálvlestur og observerandi lesnaði á sjúkrahúsdeildum. Í klinisku undirvísingini verður skjalaskjáttan brúkt sum amboð til at lýsa og reflektera yvir observatiónirnar.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Lýsir normalu gitingina og menningini av fostrinum • Lýsir serstøku støðuna hjá kvinnum og barnakonum í mun til normalar likamligar og sálarligar reaktiónir uppá viðgongutíð og barnsburð • Lýsir avvik í normalu giting og menning av fostrinum • Lýsir tey serligu viðurskifti, ið kunnu vera við ættleiðing • Lýsir gynækologisk og obstetrisk avvik og sjúkueyðkenni • Lýsa týðandi hugtøk og ástøði innan sálarfrøði • Lýsir normalu sálarligu og likamligu menningina hjá barninum frá 0 til tannáringar aldur • Lýsa sjúkrarøkt til tað nýfødda barnið og til tað ov tíðliga fødda barnið • Lýsir avvik í normalu likamligu og sálarligu menningini • Greiðir frá patofysiologiskum broytingum við útvaldum pædiatriskum og gynækologiskum sjúkum • Greinar støðuna, sum barnið og familjan er í, tá barnið er sjúkt • Greiðir frá útvaldum kreppuástøði og møguligum meistringshættum hjá barni og familju í kreppu • Leitar fram, metir og greinar kliniska, menningar- og granskingargrundaða vitan um sjúkrarøkt til børn og familju • Greiðir frá vísindaástøðiliga grundarlagnum undir kvalitativum granskingar háttaløgum við denti á hermeneutik og fænomenologi • Metir um kvalitativ data í mun til credibility, transferability, dependability og confirmability • Lýsa ymiskar samfelagsskipanir • Lýsa eyðkenni við tí post-modernaða samfelagnum, og lýsa hvønn týdning tað hevur/kann hava fyri familjuna • Greiðir frá menningini av vælferðarsamfelagnum og samanhanginum millum samfelagsmenning, familjuskipan og livikor hjá einstøku familjunum. • Greiða frá mest týðandi ástøðiligu hugtøkunum og meginreglum innan samskifti til børn og foreldur • Duga at greina samskifti við denti á aktiva lurtan og spyrjiteknikk og hvørja ávirkan tað hevur á relatiónina millum sjúkrarøktarfrøðing og barn og foreldur • Greiða frá meginhugtøkini innan námsfrøði við denti á didaktiskt umhugsni í mun til kunning,vegleiðing, undirvísing (meginhugtøk er ma. luttakarafortreytir) • Lýsa ..heilsunámsfrøði kann brúkast • Greiða frá høvuðshugtøk innan siðfrøði, við serligum denti á pliktsiðfrøði, konsekvenssiðfrøði og nærheitssiðfrøði • Identifiserar, greinar og reflekterar um etiskar tvístøður í mun til t.d. abort, inseminatión. • Lýsa hugtøkini autonomi, paternalisma og veik paternalisma
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er ein einstaklinga, skrivlig heimauppgáva (sí Krøv til próvtøkuna)
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Ábyrgd
Elsa Joan Durhuus Johannesen