8868.12 - Sjúkrarøkt til eldri og varandi sjúk (klinikk)


Skeiðsnummar
8868.12
Heiti
Sjúkrarøkt til eldri og varandi sjúk (klinikk)
ECTS
8
Endamál
Ætlanin er, at lesandi skal ognar sær vitan um sjúkrarøkt til eldri og varandi sjúk; sjúkrarøkt, ið bæði fyribyrgir og fremur heilsu. Ætlanin er eisini, at lesandi skal ogna sær vitan um royndirnar av heilsu og vælveru hjá teim eldru og varandi sjúku.
Innihald
Kliniska undirvísingin er ávikavist í heimatænastuni og á ellis og røktarheimum. Undirvísingin er skipað soleiðis, at helvtin av flokkinum fer í heimatænastuna og hin helvtin fer á ellis- og røktarheim. Á eind 8 verður býtt um so at lesandi eftir loknu eind 8 hevur verið á báðum klinisku undirvísingarstøðum. Nærri lýsing av innihaldinum sjá fylgiskjal “Karmar fyri klinisku undirvísing í heimatænastu og á ellis- og røktarheimum “.
Læru- og undirvísingarhættir
Kliniska undirvísingin er skipað sum samvirkandi lesnaður á ellis – og røktarheimið og í heimatænastuni.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Greiða frá sjúkrarøktarfakligum tiltøkum og umhugsanum, sum skulu stuðla, kompensera og fyribyrgja vandamál, sum kunnu hótta lívskvalitetin • Reflektera um siðfrøðiligar tvístøður í mun til eldri/varandi sjúk • Reflektera um egnar reaktiónir í møtinum við tann einstaka • Miðla lívssøgu út frá samrøðu við eldri/varandi sjúk • Reflektera um, hvørjar uppgávur ymisku fakbólkarnir hava í sjúkrarøktini til búfólk og heimabúgvandi • Greiða frá tí tvørfakliga samstarvinum í mun til sjúkrarøktina til búfólk og heimabúgvandi • Brúka sjúkrarøktarprosessina til at meta um, grundgeva, leggja til rættis, útinna, eftirmeta og skjalfesta sjúkrarøktina til eldri og varandi sjúk • Duga at útinna sjúkrarøkt, ið stuðlar likamligu, sálarligu, andaligu og sosiala tørvunum hjá eldri og varandi sjúk, og fyribyrgir heilsubilan í sambandi við ellisbrek. • Duga at koma inn í eitt heim, og virða tann einstaka, avvarðandi og umhvørvið hjá honum/henni • Duga at møta tann einstaka, og sýna nærleika og forstáilsi fyri honum/henni • Duga at samskifta við tann einstaka grundað á samskiftisástøði • Duga reflektera um útintu sjúkrarøkt • Duga at skjalfesta refleksjónir í skjalaskjáttuna • Leita fram og brúkar granskingar- og menningargrundaða vitan um ávís fyribrigdi innan gerontologi og varandi sjúkur • Duga at fyrisita heilivágsgevan sambært heilivágsleiðreglum (sjá leiðreglur við heilivágsgevan)
Próvtøkuháttur
Støðumet. Lesandi verða mett í mun til læruúrtøkuna fyri klinisku undirvísingina í eind 7. Metanin av lesandi er javnmett við eina innanhýsis próvtøku. Metingin staðið/ikki staðið skal skjalfestast á próvskjal í skjalaskjáttuni.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Elsa Joan Durhuus Johannesen