8870.12 - Skeið í kvantitativum háttalagi


Skeiðsnummar
8870.12
Heiti
Skeið í kvantitativum háttalagi
ECTS
3
Endamál
Menna førleika til at leita í heilsuvísindaligum dátugrunnum og meta um kvantitativar vísindaligar greinar.
Innihald
Skipað leitan eftir vísindaligum greinum í heilsuvísindaligum dátugrunnum. Kvantitativ granskingarháttaløg og teirra eyðkenni. Arbeitt verður útfrá einum vísindaástøðiligum perspektivi, ið er empiriskt atomistiskt við denti á positivismu. Týðandi hugtøk sum objektivtitetur og kausalitetur verða umrødd. Innleiðsla til grundleggjandi hugtøk innan hagfrøði og innan epidemiologi. Meta vísindaliga grein í mun til generaliserbarheit, validitet, reliabilitet. Greinin viðgerð spurdóm í mun til sjúkrarøkt til eldri.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog og bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Duga at leita eftir grein, ið nýtir kvantitativt háttalag, á heilsuvísindaligum dátugrunnum • Lýsa og grundgeva skipaðu leitisøguna • Meta vísindaligu greinina, ið viðgerð spurdómar innan sjúkrarøkt til eldri
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er ein skrivlig bólkauppgáva (sjá Krøv til próvtøku)
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Sunrit Niklasdóttir