8802.10 - Sjúkrarøkt til somatisk sjúk A
Skeiðsnummar
8802.10
Heiti
Sjúkrarøkt til somatisk sjúk A
ECTS
5,5
Endamál
Ætlanin er at lesandi skal vinna sær førleika í fyribyrgjandi, stuðlandi, kompenserandi og viðgerandi sjúkrarøkt við støði í reaktiónum hjá menniskjanum við likamliga sjúku.
Við støði í grundleggjandi tørvum skal lesandi venja handaligt hegni innan ávís sjúkrarøktarfaklig øki.
Innihald
Undirvísingin er skipað ávikavist sum ástøðilig og klinisk undirvísing.
Innihaldið í tí ástøðiligu undirvísingini er:
• Sjúkrarøkt rættað ímóti trongd, obstipation, urinincontinens, vaml og spýggja
• Ástøði um eginumsorgan við D. Orem
• Skjalfesting av sjúkrarøkt
• Sjúkrarøktarprosessin, herundir gerð av røktarætlan
• Útvaldar sjúkur í andaleiðini og sodningarleiðini, harumframt útvaldar ígerðarsjúkur
• Reinføri, fyribyrgjan av smittuspjaðing, smittukeldur, smittuhættir og smittuvegir
• ymisk ástøðilig sjónarhorn á føðslu og føðslutørv og sjúklingsins upplivilsi av føðslutørvi
• týdningurin av reinføri ávikavist frá sjúklingsins, sjúkrarøktrafrøðisligum og sjúkrahúsins sjónarhorni
• persónligt reinføri og tess umhugsni í mun til blúni, intimitet og integritet
almenna heiliráðfrøði:
• heilivág til viðgerð av magasýru,
• laxantia
• evidens hugtakið út frá náttúruvísindaligari fatan og evidens score
• reliabilitetur, validitetur,
• meta eina vísindaliga grein
Innihaldið av klinisku undirvísingini í venjingarstovuni er:
• Reiða song og hondreinføri
• persónligt reinføri – seingjarbað, munnrøkt,
• mata sjúkling
• røkt í sambandi við útskiljan
• samskifti og samvirkni
• refleksjón
Kliniska undirvísingin fer fram í venjingarstovuni.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað sum fyrilestur, dialogur og kjak, PBLarbeiði við vegleiðing, Venjingar í sambandi við kliniska undirvísing
Læruúrtøka
Eftir loknar eindir hevur lesandi nátt hesi lærumál
• Greiðir frá hvussu likamið er uppbygt og hvussu lívvirkisfrøðiliga funktiónin er, harafturat um hvussu mekanismur stýra samanseting og virkni mannverunar
• Greiðir frá lívvirkisfrøðiliga/patofysiologiska samanhanginum
• Greiðir frá hvønn týdning føðsla hevur fyri mannakroppin og hvønn týdning føðsla hevur fyri heilsu og sjúku
• Greiðir frá støðu sjúklingsins, tá ið hann er sjúkur og hvussu hann upplivir, reagerar og handlar
• Brúkar sjúkrarøktarprosessina til at identifisera, lýsa og greina ávísar sjúkrarøktarfakligar spurdómar tengdar at støðu sjúklingsins
• Leitar fram og brúkar granskingar- og menningargrundaða vitan um ávís patofysiologisk fyribrigdi. Hesi fyribrygdi kunnu verða vaml, obstipatión, urininkontinens, vaml og setir í verk sjúkrarøktarfaklig tiltøk og umhugsan, sum skulu stuðla, kompensera og fyribyrgja.
• Lýsir náttúruvísindaligar hugsanir um vitan og gevur dømi um hvussu hesar kunnu brúkast innan sjúkrarøktarástøði og sjúkrarøktarpraksis
• Greiðir frá serstøku støðuni hjá kvinnum og barnakonum viðvíkjandi sjúku og heilsu
• Greiðir frá samansetingini og funktiónini hjá smáverum í samspælinum við mannveruna
• Lýsir farmakokinetik, farmakodynamik og kliniska heiliráðfrøði
Próvtøkuháttur
Ein skrivlig/praktisk/munnlig innanhýsis próvtøka í sjúkrarøkt og smáverulívfrøði. Mett verður eftir galdandi próvtalsstiga, sjá kriteriir til innanhýsispróvtøku.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Ábyrgd
Súsanna Herdalur Tausen