8862.12 - Grundleggjandi tørvir


Skeiðsnummar
8862.12
Heiti
Grundleggjandi tørvir
ECTS
15
Endamál
At lesandi fær vitan um grundleggjandi tørvir. At lesandi fær vitan um sjúkrarøktarástøði, og mennir førleika til at greina sjúkrarøktarfakligar spurdómar við hóskandi ástøði.
Innihald
Undirvísingin er skipað ávikavist sum ástøðilig og klinisk undirvísing. Innihaldið í tí ástøðiligu undirvísingini er: • Sjúkrarøktarsøga og sjúkrarøktarástøði. Innleiðsla til sjúkrarøktarprosessina sum háttalag. • Grundleggjandi tørvir útfrá Virginiu Henderson • Hugtøk í sjúkrarøktini; umsorgan, relatión og kroppur • Innleiðsla til samfelagsfrøði og samfelagsskipanir. • Innleiðsla til siðfrøði og etisku leiðreglurnar í sjúkrarøkt. • Í vísindaástøði og granskingarháttlagsfrøði verður dentur lagdur á vísindasøgu, nátturuvísind og kvantitativ háttaløg • Í undirvísingini í arvafrøði verður dentur lagdur á samanseting og funktión hjá arvaeindum og kromosomum á mýla støði, teirra arvalykil, arvalæru og arvaligar sjúkur og fyribyrging av teimum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, PBL, bólkaarbeiði, sjálvlestur og uppgávuskriving. Harumframt venjingar í venjingarstovuni.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Staðfesta høvuðs- og virkisøkið innan sjúkrarøkt; tað er lógir, leiðreglur og yrkisástøði, og hvat týdning tey hava fyri sjúkrarøktina • Lýsa samfelagsskipanir settar í mun til føroysku samfelagsskipanina og uppbygging av Almanna- og heilsuverkinum • Lýsa hvat etisku leiðreglurnar innan sjúkrarøkt eru grundaðar á • Lýsa høvuðshugtøk innan siðfrøði, við serligum denti á pliktsiðfrøði og konsekvenssiðfrøði • Greiða frá sjúkrarøkt sum umsorgarnarfak, relaterað til søguligt og nútíðar perspektiv • Lýsa hugtøkini relatión, kroppur og umsorgan • Greiðir frá grundleggjandi tørvum hjá menniskjanum við støði í ástøði hjá Virginiu Henderson • Brúka sjúkrarøktarprosessina sum ástøðiligt og kliniskt háttalag • Orða seg skrivliga og munnliga um fakligar spurdómar • Dugir at argumentera við uppáhald, próvgrund og heimild • Brúka problembasera læring (PBL) sum lestrarhátt. • Meta um egnan lærutørv í mun til útbúgvingartilgongdina • Setir fram uppskot um og/ella umhugsan um sjúkrarøkt í mun til grundleggjandi tørvir • Skipa egnu læring í samstarvi við medlesandi og undirvísarar • Leita og velja viðkomandi sjúkrarøktarfakliga vitan, sum umrøðir grundleggjandi tørvir. • Lýsa vísindasøguligu gongdina frá Platon til nútíðina • Nevna teir ymisku høvuðsrætningarnar innan vísindaástøði • Lýsa høvuðseyðkenni við náttúruvísindini • Metir kvantitativ data í mun til reliabilitet. • Dugur handreinføri eftir galdandi reinførismeginreglum • Dugir at observera og máta BT, P, Resp og Tp • Savnar, greinar og metir um data um grundleggjandi tørvir tengdir at likamligu funktiónunum: respiratión, temperatur, hjarta og blóðrensl • Metir um lívirkisfrøðiligu funktiónirnar; blóðtrýst, puls, respiratión og temperatur í mun til aldur, kyn, rørsla, samdøgur og kontekst • Brúka og meta kvantitativ háttaløg í innsavnan av data • Lýsa hvønn týdning arvaeginleikar (ílegur) hava fyri útvikling av ávísum sjúkum
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er skrivlig (sí Krøv til próvtøkuna)
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Ábyrgd
Liljan av Fløtum