8863.12 - Sjúkrarøkt til fólk við somatiskari sjúku (A)


Skeiðsnummar
8863.12
Heiti
Sjúkrarøkt til fólk við somatiskari sjúku (A)
ECTS
15
Endamál
Ætlanin er at lesandi skal vinna sær førleika í fyribyrgjandi, stuðlandi, kompenserandi og viðgerandi sjúkrarøkt við støði í reaktiónum hjá menniskjanum við likamliga sjúku. Við støði í grundleggjandi tørvum skal lesandi venja handaligt hegni innan ávís sjúkrarøktarfaklig øki.
Innihald
Undirvísingin er skipað ávikavist sum ástøðilig og klinisk undirvísing. Innihaldið í tí ástøðiligu undirvísingini er: • Sjúkrarøkt rættað ímóti trongd, fepuri og immobiliteti • Ástøði um eginumsorgan við D. Orem • Skjalfesting av sjúkrarøkt • Sjúkrarøktarprosessin, herundir gerð av røktarætlan • Útvaldar sjúkur í andaleiðini og nervalagnum, harumframt útvaldar ígerðarsjúkur • Reinføri, fyribyrgjan av smittuspjaðing, smittukeldur, smittuhættir og smittuvegir • Innleiðsla til samskifti, samskiftissástøði og samskiftisvenjingar. • Innleiðsla til námsfrøði, og didaktikkur í mun til kunning: luttakarafortreytur og kontekstur • Innleiðsla til løgfrøði. Løgfrøðiligar ábyrgdir og skyldur í sjúkrarøktaryrkinum. Løgfrøðilig hugtøk: tagnarskylda, sjúklingarættindi og revsitiltøk. Innihaldið av klinisku undirvísingini í venjingarstovuni er: • Reiða song og hondreinføri • persónligt reinføri – seingjarbað, munnrøkt, • mata sjúkling • røkt í sambandi við útskiljan • samskifti og samvirkni • refleksjón
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, case arbeiði við lestrarspurningum, bólkaarbeiði, sjálvlestur og kliniskar venjingar í venjingarstovu.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Greiða frá hugtakinum eginumsorgan útfrá D. Orem, sjúkrarøktarástøðingi • Lýsa týdningin av skjalfesting av sjúkrarøkt • Nýta hóskandi skjalfestingaramboð í sjúkrarøktini • Lýsa námsfrøðiligu hugtøkini læruumhvørvi og luttakarafortreytir • Miðlar til medlesandi við atliti til luttakarafortreytir • Lýsa hvat eyðkennir ástøði og praksis og sambandið teirra millum • Dugir at útinna persónligt reinføri og taka atlit til blúni, intimitet og integritet • Greiða frá, hvussu húðrøktarevni ávirka húðina lívevna- og evnafrøðiligt • Brúka meginreglurnar innan kommunikatiónstilgongdina, har ímillum aktiv lurtan • Brúka sjúkrarøktarprosessina til at identifisera sjúkrarøktarfakligar spurdómar tengdar at støðu sjúklingsins • Við støði í sjúkrarøktarprosessuni, metir um tørv sjúklingsins og setur fram uppskot um fyribyrgjandi, stuðlandi, kompenserandi og viðgerandi sjúkrarøkt, og skjalfestir sjúkrarøktina • Gera røktarætlan: orða sjúkrarøktardiagnosur, seta mál og orða uppskot um sjúkrarøktartiltøk. • Útinna sjúkrarøktartiltak við atliti til meginreglur innan smittufyribyrging og við atliti til samskiftis og námsfrøðilig umhugsni • Greiða frá sjúkrarøktarfakligu spurdómum í sambandi við fepur, immobilitet og trongd • lýsa tey rættindi og krøv, sum eru í mun til arbeiðsumhvørvi og arbeiðsskipanarlæru • Dugir at meta um arbeiðsstøður og meistrar viðkomandi flytiteknikk og brúkar hóskandi amboð til at fyribyrgja skaðar hjá sær sjálvum, sjúklingi og starvsfólkum. • Brúka flytiteknikkir, sum tryggja, at sjúklingurin brúkar sínar resursir best møguligt • Greiða frá tí innaru og uttaru immunverjuni • Greiða frá tí spesifikku immunverjuni • Greiða frá muninum millum infektión og inflammatión • Greiða frá teimum beinleiðis og óbeinleiðis smittuhættunum • Lýsa týdningin av sjúkufyribyrging á sjúkrahúsum • Greiðir frá liviháttinum hjá smáverum, ígerðar- og smittuhugtaki, smittufyribyrging, reinføri, sóttreinsan, sterilisering og koppseting, grundað á nýggjastu gransking • Greiða frá hvussu likamið ger mótstøðuføri (resistens) • Lýsa altjóða mannagongdir við fyribyrging og viðgerð av MRSA (Methicillin Resistent Stafylokok Aureus) • Greiða frá patofysiologiskum broytingum við útvaldum ígerðarsjúkum • Greiða frá patofysiologiskum broytingum við útvaldum sjúkum í andaleiðini og nervalagnum • Lýsa hvørjar kanningar og viðgerðir eru til útvaldar sjúkur í andaleiðini, nervalagnum og til útvaldar ígerðarsjúkur • Duga fakterminologi innan sjúkulæru (munnliga og skrivliga) td. hugtøk sum ætiologi, patofysiologi, profylaksa, klinisk - og paraklinisk kanning og prognosa • Skipar egnu læring í samstarvi við medlesandi og undirvísarar • Greiða frá evnafrøðiligu absorptiónini, sundurbýtingini, niðurbrótingini og eliminasjónini av útvaldum heilivági (farmakokinetik) • Greiða frá árini, hjáárini av útvaldum heilivági (farmakodynamik) • Lýsa teir ymisku heilivágsfyrisitingarhættirnir • Greiðir frá støðu sjúklingsins, tá ið hann er sjúkur og hvussu hann upplivir, reagerar og handlar • Lýsa hvørjar løgfrøðiligar ábyrgdir og skyldir sjúkrarøktarfrøðingurin hevur • Reflekterar yvir útintu sjúkrarøkt
Próvtøkuháttur
Einstaklinga kombinerað skrivlig og munnlig próvtøka
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Ábyrgd
May-Britt Skoradal