8888.16 - Sjúkrarøkt til menniskju við sálarligari sjúku – eitt ískoyti


Skeiðsnummar
8888.16
Heiti
Sjúkrarøkt til menniskju við sálarligari sjúku – eitt ískoyti
ECTS
3
Endamál
At lesandi ognar sær vitan um og skil fyri sjúkrarøkt, sum kann stuðla menniskjanum í tyngjandi sálarligum støðum. At lesandi skilur týdningin av námsfrøðiligum viðurskiftum, í samspælinum ímillum sjúkling og sjúkarøktarfrøðing.
Innihald
Lesandi skrivar uppgávu við støði í spurdómi frá klinisku undirvísingini í 12. Eind.
Læru- og undirvísingarhættir
Skrivlig einstaklinga uppgáva
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Greiða frá tí kliniska sjúkrarøktarfakliga spurdóminum • Greina spurdómin við hóskandi ástøði – hoyrandi til pensum á eind 12, umframt at undirbyggja greinanina við nýggjastu vitan • Reflektera um hvat týdning tær ymisku áskoðanir (paradigmini) kunnu hava á sjúkrarøktina til sjúklingar við sálarsjúku - óheft av spurdóminum • Reflektera um umhugsni í mun til at vegleiða sjúklingar við sálarsjúku, við atliti til teirra luttakarafortreytir – óheft av spurdóminum
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Súsanna Herdalur Tausen