8892.13 - Sjúkrarøkt til fólk við somatiskari sjúku (A)
Skeiðsnummar
8892.13
Heiti
Sjúkrarøkt til fólk við somatiskari sjúku (A)
ECTS
15
Endamál
Ætlanin er, at lesandi skal vinna sær førleika í fyribyrgjandi, stuðlandi, kompenserandi og viðgerandi sjúkrarøkt til menniskju við likamligari sjúku.
Ætlanin er eisini, at lesandi við støði í grundleggjandi tørvum skal venja handaligt hegni innan ávís sjúkrarøktarfaklig øki.
Innihald
Undirvísingin er skipað ávikavist sum ástøðilig og klinisk undirvísing.
Innihaldið í tí ástøðiligu undirvísingini er:
• Sjúkrarøkt rættað ímóti trongd, fepuri og immobiliteti
• Ástøði um eginumsorgan við D. Orem
• Skjalfesting av sjúkrarøkt
• Sjúkrarøktarprosessin, herundir gerð av røktarætlan
• Útvaldar sjúkur í andaleiðini, beinagrindini og nervalagnum, harumframt útvaldar ígerðarsjúkur
• Reinføri, fyribyrgjan av smittuspjaðing, smittukeldur, smittuhættir og smittuvegir
• Innleiðsla til samskifti, samskiftissástøði og samskiftisvenjingar.
• Innleiðsla til námsfrøði, og didaktikkur í mun til kunning: luttakarafortreytur og kontekstur
• Innleiðsla til løgfrøði. Løgfrøðiligar ábyrgdir og skyldur í sjúkrarøktaryrkinum. Løgfrøðilig hugtøk: tagnarskylda, sjúklingarættindi og revsitiltøk.
Innihaldið av klinisku undirvísingini í venjingarstovuni er:
• persónligt reinføri – seingjarbað, munnrøkt, fótabað
• mata sjúkling
• røkt í sambandi við útskiljan
• samskifti og samvirkni
• refleksjón
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, case arbeiði við lestrarspurningum, bólkaarbeiði, sjálvlestur og kliniskar venjingar í venjingarstovu.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi:
• Greiða frá hugtakinum eginumsorgan útfrá D. Orem, sjúkrarøktarástøðingi
• Lýsa týdningin av skjalfesting av sjúkrarøkt og nýta skjalfestingaramboð í sjúkrarøktini
• Lýsa námsfrøðiligu hugtøkini lærurúm og luttakarafortreytir, og miðla til medlesandi við atliti til luttakarafortreytir
• Lýsa, hvat eyðkennir ástøði og praksis og sambandið teirra millum
• Dugir at útinna persónligt reinføri og taka atlit til blúni, intimitet og integritet
• Greiða frá, hvussu húðrøktarevni ávirka húðina lívevna- og evnafrøðiligt
• Brúka meginreglurnar innan kommunikatiónstilgongdina, har ímillum aktiv lurtan
• Við støði í sjúkrarøktarprosessuni, metir um tørv sjúklingsins og setur fram uppskot um fyribyrgjandi, stuðlandi, kompenserandi og viðgerandi sjúkrarøkt, og skjalfestir sjúkrarøktina
• Greiða frá sjúkrarøktarfakligu spurdómum í sambandi við fepur, immobilitet og trongd
• Duga at meta um arbeiðsstøður og meistrar viðkomandi flytiteknikk og brúkar hóskandi amboð til at fyribyrgja skaðar hjá sær sjálvum, sjúklingi og starvsfólkum
• Brúka flytiteknikkir, sum tryggja, at sjúklingurin brúkar sínar resursir best møguligt
• Greiða frá tí innaru, uttaru og spesifikku immunverjuni
• Greiða frá teimum beinleiðis og óbeinleiðis smittuhættunum, og lýsa týdningin av sjúkufyribyrging á sjúkrahúsum
• Greiða frá hvussu likamið ger mótstøðuføri (resistens)
• Lýsa altjóða mannagongdir við fyribyrging og viðgerð av MRSA (Methicillin Resistent Stafylokok Aureus)
• Greiða frá patofysiologiskum broytingum við útvaldum ígerðarsjúkum
• Greiða frá patofysiologiskum broytingum við útvaldum sjúkum í andaleiðini, beinagrindini og nervalagnum
• Lýsa hvørjar kanningar og viðgerðir eru til útvaldar sjúkur í andaleiðini, beinagrindini, nervalagnum og til útvaldar ígerðarsjúkur
• Duga fakterminologi innan sjúkulæru (munnliga og skrivliga) td. hugtøk sum ætiologi, patofysiologi, profylaksa, klinisk og paraklinisk kanning og prognosa
• Skipar egnu læring í samstarvi við medlesandi og undirvísarar
• Greiða frá evnafrøðiligu absorptiónini, sundurbýtingini, niðurbrótingini og eliminasjónini av útvaldum heilivági (farmakokinetik)
• Greiða frá árini, hjáárini av útvaldum heilivági (farmakodynamik)
• Lýsa teir ymisku heilivágsfyrisitingarhættirnir
• Lýsa hvørjar løgfrøðiligar ábyrgdir og skyldir sjúkrarøktarfrøðingurin hevur
• Reflekterar yvir útintu sjúkrarøkt í skjalaskjáttuni
Próvtøkuháttur
Einstaklinga, kombinerað skrivlig og munnlig próvtøka
Próvdøming
Innanhýsis
Ábyrgd
May-Britt Skoradal