8814.12 - Relatiónin millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum


Skeiðsnummar
8814.12
Heiti
Relatiónin millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum
ECTS
14,5
Endamál
Ætlanin er, at fáa skil fyri relatiónini millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum. Ætlanin er eisini at reflektera um menning av relatiónini millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum.
Innihald
Undirvísingin er skipað soleiðis: Ástøði 4 vikur • Sjúkrarøkt við atliti at relatiónini í stutta møtinum • Leiðsluástøði, leiðsluhættir, leiðslustig, sjúkrahúsleiðsla, organisatiónsmentan oa. • Leiðsla í sjúkrarøkt • KT í heilsuverkinum. KT og lógar-ásetingar. • Transfusiónsskeið og iv-skeið (fylgiskjal 1) • Heilivágrokning (fylgiskjal 2) • Sjálvvald evni í venjingarstovu • Dygd og trygd Klinisk undirvísing 4 vikur Observerandi lesnaður á kliniskum útbúgvingarstøðum, ið eru eyðkend fyri stutta kontakt við sjúklingin. Sjúkrarøkt við denti á relatiónina við sjúklingar í sjúklingagongdum, sum eru eyðkendar við styttri sambondum. Próvtøka 2 vikur Við støði í kliniskum spurdómi leita fram gransking um relatiónina millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Ástøðiliga undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði, venjingar og sjálvlestur. Kliniska undirvísingin er skipað sum observerandi lesnaður, har lesandi er saman við sjukrarøktarfrøðingi og observerar og útinnir sjúkrarøkt. Lesandi observerar, lýsir og reflekterar um sjúkrarøktarfakligar spurdómar í praksis. Skjalaskjáttan verður brúkt sum amboð til útinnan, refleksjónir og eftirmetingar.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • brúka kliniskar leiðreglur í mun til ávísar kliniskar sjúkrarøktarfakligar spurdómar • meta um klinisk háttaløg, ið verða brúkt í metingini av støðu sjúklingsins (td. VAS, Sjúkrarøktarprosess o.s.fr.) • meta um støðu sjúklingsins í stutta møtinum • duga at tillaga samskifti við atliti at støðu sjúklingsins í stutta møtinum • reflektera um relatiónina við sjúklingar í stutta møtinum • reflektera um egnar reaktiónir í møtinum við sjúklingin • við vaksandi sjálvstøði veita kunning til og vegleiða sjúklingar í stutta møtinum • greiða frá hvørjar løgfrøðiligar lógarásetingar eru viðvíkjandi persónligum elektroniskum dáta • leita fram og velja út, kanningar- og granskingarúrslit í mun til spurdómar í klinisku undirvísingini • meta um møguleikar og forðingar í mun til implementering av menningar- og granskingar úrslitum innan sjúkrarøktaryrkið • miðla viðgerð av kliniskum spurdómi til medlesandi og starvsfólk í klinikkini • meta um egnan lærutørv í mun til útbúgvingartilgongdina
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva. Sí Krøv til próvtøkuna. (sí krøv til próvtøku á eind 13)
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Sí undirvísingarskrá og sjálvvaldur bókmentalisti
Ábyrgd
Sunrit Niklasdóttir