8816.15 - Sjálvstøðug yrkisútinnan og leiðsla


Skeiðsnummar
8816.15
Heiti
Sjálvstøðug yrkisútinnan og leiðsla
ECTS
15
Endamál
Endamálið er at fáa vitan um sjúkrarøkt við atliti til at røkja virkisøkið hjá sjúkrarøktarfrøðinginum, tvs. at útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøkt, sum er heilsufremjandi, heilsuvarðveitandi og fyribyrgjandi eins væl og viðgerandi, endurmennandi og linnandi.
Innihald
Undirvísingin er skipað sum 10 vikur klinisk undirvísing innan primeru og sekunderu heilsutænastuna. Innihaldið er: • Sjúkrarøkt í mun til at útinna, miðla, leiða og menna • Kravdur lestraraktivitetur: útinna og leiða bólk av sjúklingum - sí fylgiskjal.
Læru- og undirvísingarhættir
Kliniska undirvísingin er skipað sum yrkisbeindur lesnaður. Yrkisbeindur lesnaður er, at lesandi sjálvstøðugt leggur til rættis, útinnir, miðlar, leiðir og mennir sjúkrarøkt - við sjúkrarøktarfrøðingi sum kliniskum vegleiðara. Skjalaskjáttan verður brúkt sum amboð til útinnan, refleksjónir og eftirmetingar.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Meta um klinisk háttaløg, ið verða brúkt í metingini av støðu sjúklingsins (td. Calgary model, VAS, Sjúkrarøktarprosess o.s.fr.) • Meta um nýtslu av skjalfestingaramboðum í sjúkrarøktini sum t.d. cosmic • Reflektera um útvaldar sjúklingagongdir • Reflektera um egnar reaktiónir í møtinum við sjúklingin • Reflektera um møguleikar og forðingar ímun til implementering av menningar- og granskingar úrslitum í mun til útintu sjúkrarøkt • Vísa etisk umhugsni í sjúkrarøktini • Meta um egnan lærutørv í mun til útbúgvingartilgongdina • Duga at leggja tilrættis, útinna, raðfesta, samskipa og skjalfesta sjúkrarøktina til tillutaðar sjúklingar ella bólk • Duga at samstarva mono- og tvørfakligt fyri at tryggja sjúklinginum eina samanhangandi sjúklingagongd • Duga at samstarva við sjúkling og avvarðandi grundað á teirra virðir, fatan og reaktiónir • Duga at møta tí einstaka sjúklinginum og teirra avvarðandi, og sýna nærleika og forstáilsi fyri teimum • Duga at samskifta við sjúkling, avvarðandi og samstarvspartar grundað á samskiftisástøði • Duga at fyrisita heilivágsgevan og infusiónsterapi sambært heilivágsleiðreglum (sjá leiðreglur við heilivágsgevan) • Við støði í nýggjastu vitan, undirvísa og vegleiða sjúklingum, avvarðandi, starvsfeløgum og samstarvspørtum, við atliti at teirra luttakarafortreytum
Próvtøkuháttur
Støðumet
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Sunrit Niklasdóttir