8817.10 - Valfrí eind. Evni/øki í mun til ritgerðarevni
Skeiðsnummar
8817.10
Heiti
Valfrí eind. Evni/øki í mun til ritgerðarevni
ECTS
10
Endamál
Endamálið er at avklára og avmarkað ein kliniskan sjúkrarøktarfakligan spurdóm, í mun til bachelor-ritgerðina.
Innihald
Undirvísingin er deild upp í 2 partar ávikavist 3 vikur í kliniska/ástøðiliga undirvísing eftir egnum ynski og 3 vikur ástøðiliga undirvísing.
1. partur:
• Arbeiða við spurdómi knýttir at bachelor ritgerðini
o Leita fram praktiska og granskingargrunda vitan um sjálvvalt evni
o Avmarka spurdóm
2. partur:
• Verkskeið 1: Karmar um bachelor ritgerðina
o Arbeiða við krøvum til bsc-ritgerð
o Vegleiðari – vegleiðing
o Samstarvsavtalur
• Verkskeið 2: Skrivitilgongdin
o Koma í gongd við at skriva
o Skipað leiting
o Evni- og metakommunikatión
o Brúk av ástøði í bsc ritgerðini
o Pentagon
• Verkskeið 3: Kanningardesign og tess vísindaliga grundarlag
o Interview
o Spurnarblaðskanning
o Observatiónskanning
o Siðfrøðisligt umhugsni í samband við kanningardesignini
Læru- og undirvísingarhættir
Sjálvlestur, observatiónir, upplegg og framløgur. Skjalaskjáttan verður brúkt sum refleksjónsamboð.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi:
• Undra seg um sjúkrarøktarfakligar spurdómar
• Greiða frá relevansinum av útvalda sjúkrarøktarfakliga spurdóminum
• Greiða frá spurdóminum í mun til samfelagshøpi
• Duga at leita eftir granskingargrundari vitan á vísindaligum dátagrunnum
• Lýsa leitorðini í talgildu leitanini
• Meta um kliniska, menningar- og granskingargrundaða vitan um valda sjúkrarøktarfakliga spurdóm
• Greiða frá, hvørji granskingarháttaløg kundi verið hóskandi til at kanna útvalda sjúkrarøktarfakliga spurdómin við.
Próvtøkuháttur
Kravdur lestraraktivitetur við støði í læruúrtøkunum fyri eind 15
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Annemi Lund Joensen