8866.15 - Sjúkrarøkt til børn og familju


Skeiðsnummar
8866.15
Heiti
Sjúkrarøkt til børn og familju
ECTS
15
Endamál
At lesandi fær vitan um børn og familjur útfrá einum likamligum, sálarligum og sosialum sjónarhorni. At lesandi fær vitan um kommunikativ og námsfrøðilig ástøði.
Innihald
Undirvísingin er skipað ávikavist sum ástøðilig og klinisk undirvísing. Innihaldið í tí ástøðiligu undirvísingini er: • Sjúkrarøktarástøði: Joyce Travelbee • Calgary - familjumodell • Pædiatrisk- og gynækologisk sjúkrarøkt • Likamliga og sálarliga menningin av barninum. • Ymiskt ástøði innan sálarfrøði: menningarsálarfrøði, persónligheitssálarfrøði, heilsusálarfrøði. Harumframt kreppu- og meistringsástøði • Innleiðsla til seksualitet; við denti á kynsbúningina hjá tannáringum • Innleiðsla til fólkaheilsuvísind og til hugtøkini fyribyrging, heilsufremjan og handlikomptetansa – rættað ímóti barninum og familjuni • Innleiðsla til sosiologi. Strukturalistisk og konstrukturalistisk tilgongd. Normar, virðir og handlingar. Kritisk teori sum háttalag. Miðlasosiologi. • Familjan í tí postmodernaða samfelagnum • Viðgongutíð, føðing og tað nýfødda barnið • Útvaldar sjúkur hjá nýfødda barninum og smábarninum • Hermeneutikk og fænomenologi • Meta um kvalitativar kanningar við VAKS • Samskifti við barni og foreldur • Námsfrøði í mun til vegleiðing og undirvísing av børnum og foreldrum • Greinan av siðfrøðiligum tvístøðum í mun til børn og familjur Tann kliniska undirvísing umfatar 2 dagar observatiónsvitjan á ávikavist barna- og føðideild og diabetesambulatiorium. Innihaldið hesar dagar er at observera, kanna og reflektera um obstetriska sjúkrarøkt og sjúkrarøkt til sjúk børn.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, case arbeiði við lestrarspurningum, bólkaarbeiði, sjálvlestur og observerandi lesnaði á sjúkrahúsdeildum. Í klinisku undirvísingini verður skjalaskjáttan brúkt sum amboð til at lýsa og reflektera yvir observatiónirnar.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Lýsa normalu gitingina og menningini av fostrinum • Greiða frá serstøku støðuna hjá kvinnum og barnakonum í mun til normalar likamligar og sálarligar reaktiónir uppá viðgongutíð og barnsburð • Lýsa avvik í normalu giting og menning av fostrinum • Lýsa tey serligu viðurskifti, ið kunnu vera við ættleiðing • Lýsa gynækologisk og obstetrisk avvik og sjúkueyðkenni • Greiða frá týðandi hugtøk og ástøði innan sálarfrøði • Greiða frá normalu sálarligu og likamligu menningina hjá barninum frá 0 til tannáringar aldur • Greiða frá sjúkrarøkt til tað nýfødda barnið og til tað ov tíðliga fødda barnið • Lýsa frávik í normalu likamligu og sálarligu menningini hjá barninum • Greiða frá patofysiologiskum broytingum við útvaldum pædiatriskum og gynækologiskum sjúkum • Greina støðuna, sum barnið og familjan er í, tá barnið er sjúkt • Greiða frá útvaldum kreppuástøði og møguligum meistringshættum hjá barni og familju í kreppu • Leita fram grein, ið nýtir kvalitativt háttalag á heilsuvísindsligum datagrunnum • Meta kliniska, menningar- og granskingargrundaða vitan um sjúkrarøkt til børn og familju • Lýsa vísindaástøðiliga grundarlagið undir kvalitativum granskingar háttaløgum við denti á hermeneutik og fænomenologi • Meta um kvalitativ data í mun til credibility, transferability, dependability og confirmability • Greiða frá eyðkenni við tí post-modernaða samfelagnum, og lýsa hvønn týdning tað hevur/kann hava fyri familjuna • Greiða frá útvaldum hugtøkum og ástøði innan sosiologi • Greina samskifti við denti á aktiva lurtan og spyrjiteknikk og hvørja ávirkan tað hevur á relatiónina millum sjúkrarøktarfrøðing og barn og foreldur • Greiða frá meginhugtøkini innan námsfrøði við denti á læring og didaktiskt umhugsni í mun til vegleiðing og undirvísing • Lýsa hvussu sjúkrarøktarfrøðingurin kann arbeiða fyribyrgjandi og heilsufremjandi í mun til børn og familjur • Lýsa høvuðshugtøk innan siðfrøði • Kjakast um etiskar tvístøður í mun til t.d. abort, inseminatión. • Lýsa hugtøkini autonomi og paternalisma
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er ein einstaklinga, skrivlig heimauppgáva (sí Krøv til próvtøkuna)
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Ábyrgd
Elsa Joan Durhuus Johannesen