8871.15 - Heilsufremjandi og fyribyrgjandi sjúkrarøkt í samfelagsligum høpi
Skeiðsnummar
8871.15
Heiti
Heilsufremjandi og fyribyrgjandi sjúkrarøkt í samfelagsligum høpi
ECTS
15
Endamál
Ætlanin er, at lesandi skilur hvønn týdning sjúkrarøkt hevur í samband við fyribyrgjandi og heilsufremjandi tiltøk og ætlanir í heilsuverkinum og í samfelagnum.
Ætlanin er, at lesandi fær innlit í hvønn leiklut sjúkrarøktarfrøðingurin hevur í samfelagsligum høpi viðvíkjandi heilsufremjan og fyribyrgjan.
Ætlanin er, at lesandi mennir førleika til at kunna greina og miðla sjúkrarøktarfakligar spurdómar í samfelagsligum og mentunarligum høpi.
Innihald
Undirvísingin er skipað ávikavist sum ástøðilig og klinisk undirvísing.
Innihaldið í tí ástøðiligu undirvísingini er:
• Leikluturin hjá sjúkrarøktarfrøðinginum í samfelags høpi.
• Ymisk ástøði um heilsu, heilsufremjan og fyribyrging. Umrødd verða eisini ymisk hugtøk, ið verða brúkt til at greina heilsustøðuna, sum til dømis umhvørvisárin, lívsstílur, lívsformar, sosialt netverk og útbrentheit.
• Ástøðilig fatan av heilsupolitikki - lógir, viðtøkur og aktørar
• Tjóða og altjóða tiltøk og ætlanir, t.d. WHO, Heilsustýrið í Danmark og Fólkaheilsuætlan í Føroyum.
• Innleiðsla til mannfrøði og mentan.
• Umhugsni í mun til miðlan ávikavíst til tann einstaka og til almenningin
• Misnýtsluvandamál
Tann kliniska undirvísingin umfatar 2 vikur, ávikavist 1 viku saman við heilsufrøðingum og 1 vika saman við sjúkrarøktarfrøðingum á fyribyrgingar- og viðgerðarstovnum í primeru heilsutænastu.
Endamálið við klinisku undirvísingini er at:
• Observera heilsufremjandi og fyribyrgjandi leiklutin hjá sjúkrarøktarfrøðinginum í samfelags høpi.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði, sjálvlestur og greinaskriving. Harumframt observerandi lesnaður á kliniskum undirvísingarstøðum.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi:
• Greiða frá hugtøkum og ástøði innan fólkaheilsuvísindi við denti á heilsu
• Greina spurdómar innan fyribyrging og heilsufremjan
• Staðfesta ymisk fyribyrgingar- og heilsufremjandi tiltøk og ætlanir
• Lýsa heilsupolitikk við støði í heilsupolitiskum ætlanum
• Greiða frá, hvussu mentunarlig viðurskifti ávirka handlimøguleikar hjá tí einstaka við støði í ástøðinum hjá Madeleine Leininger
• Greiða frá, hvussu heilsunámsfrøði kann brúkast í fyribyrgjandi og heilsufremjandi sjúkrarøkt
• Lýsa hvønn týdning umhvørvi (fysiskt, kemiskt)hevur á heilsuna.
• Lýsa misnýtsluvandamál alment
• Lýsa misnýtsluvandamál í mun til rúsevni, rúsdrekka og heilivág
• Greiða frá vandatættum (risikofaktorar), ið kunnu elva til sjúku
• Greiða frá hvønn týdning arbeiðsumhvørvið hevur á heilsuna
• Greiða frá týdninginum av motivatión í mun til lívsstíl
• Lýsa hvønn týdning sosialur ójavni hevur á heilsuna
• Lýsa hvørji krøv og rættindi eru í mun til tað likamliga og sálarliga arbeiðsumhvørvi
• Reflektera um etiskar spurdómar í mun til lívsstíl og livikor hjá hvørjum einstøkum
• Fyrihalda seg kritiskt til ymisk heilsufremjandi- og fyribyrgingartiltøk og ætlanir, bæði tjóðarliga og altjóðarliga
• Kjakast um heilsufremjandi og fyribyrgjandi leiklutin hjá sjúkrarøktarfrøðingum í samfelagsligum høpi
• Greiða frá samskiftis umhugsni í mun til at hava relation og dialog við borgararnar
• Leita fram og brúka granskingargrundaða vitan um heilsufremjandi, fyribyrgjandi og viðgerandi virksemi
• Miðla sjúkrarøktarfakliga vitan innan heilsufremjan og fyribyrgjan til einstaka brúkaran (sjúkling, avvarðandi)
• Miðla sjúkrarøktarfakliga vitan innan heilsufremjan og fyribyrgjan til almenningin
• Meta um kvantitativ data í mun generaliserbarheit, validitet, reliabilitet innan epidemiologiina
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er ein skrivlig bólkauppgáva . Sí Krøv til próvtøkuna.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Ábyrgd
Elsa Joan Durhuus Johannesen