8887.18 - Sjálvstøðug yrkisútinnan og leiðsla


Skeiðsnummar
8887.18
Heiti
Sjálvstøðug yrkisútinnan og leiðsla
ECTS
30
Endamál
Endamálið er at fáa førleika til at røkja virkisøkið hjá sjúkrarøktarfrøðinginum, tvs. at útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøkt, sum er heilsufremjandi, heilsuvarðveitandi og fyribyrgjandi eins væl og viðgerandi, endurmennandi og linnandi.
Innihald
Undirvísingin er skipað sum 19 vikur klinisk undirvísing innan sekunderu heilsutænastuna. Innihaldið er: • Útinna, miðla, leiða og menna grundleggjandi og kompleksa sjúkrarøkt. • Kravt lestrarvirksemi: útinna og leiða sjúkrarøkt til bólk av sjúklingum - sí fylgiskjal. Ástøði– fyrireikandi til klinisku undirvísingina í leiðslu á eind 14 • Sjúkrarøkt við atliti at relatiónini í stutta møtinum • KT í heilsuverkinum. KT og lógar-ásetingar. • Transfusiónsskeið og iv-skeið (8814.12, fylgiskjal 2) • Heilivágrokning (skeiðslýsing 13.2) • Góðskumenning og implementering av gransking í praksis • Leiðsluástøði, leiðsluhættir, leiðslustig, sjúkrahúsleiðsla, organisatiónsmentan, leiðsla í sjúkrarøkt
Læru- og undirvísingarhættir
Kliniska undirvísingin er skipað sum yrkisbeindur lesnaður. Yrkisbeindur lesnaður er, at lesandi sjálvstøðugt leggur til rættis, útinnir, miðlar, leiðir og mennir sjúkrarøkt - við sjúkrarøktarfrøðingi sum kliniskum vegleiðara. Skjalaskjáttan verður brúkt sum amboð til útinnan, refleksjónir og eftirmetingar.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Duga at leggja tilrættis, útinna, raðfesta, samskipa og skjalfesta sjúkrarøktina til tillutaðar sjúklingar. • Grundgeva fakliga við nýggjastu vitan í mun til raðfesting og útintu sjúkrarøkt. • Útinna grundleggjandi og kompleksa sjúkrarøkt grundað á etisk umhugsni og refleksjón. • Nýta tey skjalfestingaramboð, ið verða nýtt á kliniska útbúgvingarplássinum. • Reflektera um útintu sjúkrarøkt, bæði skrivliga og munnliga • Meta um møguleikar og forðingar í mun til implementering av menningar- og granskingar úrslitum í mun til útintu sjúkrarøkt • Duga at samstarva mono- og tvørfakligt fyri at tryggja sjúklinginum eina samanhangandi sjúklingagongd • Duga at samstarva við sjúkling og avvarðandi grundað á teirra virðir, fatan og reaktiónir • Duga at møta tí einstaka sjúklinginum og teirra avvarðandi, og sýna nærleika og forstáilsi fyri teimum • Duga at samskifta við sjúkling, avvarðandi og samstarvspartar grundað á samskiftisástøði. • Duga at fyrisita heilivágsgevan og infusiónsterapi sambært heilivágsleiðreglum (sjá leiðreglur við heilivágsgevan) • Við støði í nýggjastu vitan, undirvísa og vegleiða sjúklingum, avvarðandi, starvsfeløgum og samstarvspørtum, við atliti at teirra luttakarafortreytum • Meta um egnan lærutørv í mun til útbúgvingartilgongdina
Próvtøkuháttur
Fortreyt fyri at fara til próvtøku er góðkent kravt lestrarvirksemi (A og B). Støðumet. Lesandi verður mett í mun til læruúrtøkuna fyri klinisku undirvísingina í eind 14. Metanin av lesandi er javnmett við eina innanhýsis próvtøku. Metingin staðið/ikki staðið skal skjalfestast á próvskjal í skjalaskjáttuni.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Súsanna Maria Mortensen