8893.13 - Sjúkrarøkt til fólk við somatiskari sjúku (B)


Skeiðsnummar
8893.13
Heiti
Sjúkrarøkt til fólk við somatiskari sjúku (B)
ECTS
15
Endamál
At lesandi skal vinna sær førleika í fyribyrgjandi, stuðlandi, kompenserandi og viðgerandi sjúkrarøkt við støði í reaktiónum hjá menniskjanum við likamligari sjúku.
Innihald
Undirvísingin er skipað ávikavist sum ástøðilig og klinisk undirvísing. Innihaldið av klinisku undirvísingini á støðudeild er: • grundleggjandi sjúkrarøkt til ein ávísan sjúkling • savna, lýsa og meta data viðvíkjandi teim likamligu funktiónunum • reflektera um útintu sjúkrarøktina • útinna persónligt reinføri við atliti at meginreglunum innan smittufyribyrging • fáa eina mynd av, hvat sjúkrarøktaryrkið umfatar Innihaldið í tí ástøðiligu undirvísingini er: • Sjúkrarøkt rættað ímóti pínu, obstipatión, urininkontinens, trongd, fepuri og immobiliteti • Pre- og postoperativ sjúkrarøkt • Føðsla og føðslutørvur • Brúk av ástøði um eginumsorgan við Dorthea Orem • Gera røktarætlan til støðu sjúklingsins • Útvaldar sjúkur í sodningarleiðini, landrásini, hjarta- og blóðrensli, harumframt Diabetes Mellitus • Heilivágur til sodningarleiðina, landrásina, hjarta- og blóðrensli og Diabetes Mellitus
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, case arbeiði við lestrarspurningum, bólkaarbeiði, sjálvlestur og klinisk undirvísing á góðkendum útbúgvingarstovnum.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Greiða frá patofysiologiskum broytingum við útvaldum sjúkum í sodningarleiðini, landrásini, hjarta og blóðrensli • Greiða frá patofysiologiskum broytingum við Diabetes Mellitus • Greiða frá føðslusamansetingini í sjúkrahúskosti • Lýsa altjóða og tjóða føðslupolitikkin • Duga at rokna orku- og proteintørv út í mun til føðslutørv sjúklingsins • Staðfesta og greina føðsluligar spurdómar hjá sjúklingum í mun til útvaldar serstøður • Brúka føðsluscreening (primær og sekundær screening) • Greiða frá evnafrøðiligu absorptiónini, sundurbýtingini, niðurbrótingini og eliminasjónini (farmakokinetik) av útvaldum heilivági • Greiða frá árini og hjáárini av útvaldum heilivági (farmakodynamik) • Lýsa teir ymisku fyrisitingarhættirnir innan heilivággevan • Greiða frá útvaldum roknihættum innan heilivágsgevan (t.e. umroknan av eindum, rokning í prosentum, útroknan av skamti og tynningsfrymilin) • Lýsa ábyrgdina og førleika hjá sjúkrarøktarfrøðingum í mun til handfaring og fyrisiting av heilivági • Duga at nýta www.promedicin.dk • Greiða frá immobiliteti útfrá anatomiskum og lívvirkisfrøðiligum sjónarhorni • Greiða frá præ- og postoperativ sjúkrarøkt til útvaldar sjúklingar • Lýsa ymisk ástøðilig sjónarhorn á pínu og sjúklingsins upplivilsi av pínu • Lýsa fyribrigdi fepur og sjúklingsins upplivilsi av fepuri • Brúka klinisk háttaløg til at meta um støðu sjúklingsins í mun til vaml, obstipatión, pínu, febur, immobilitet og føðslu. • Við støði í sjúkrarøktarástøði, metir um tørv sjúklingsins og setur fram uppskot um fyribyrgjandi, stuðlandi, kompenserandi og viðgerandi sjúkrarøkt • Skipar egnu læring í samstarvi við medlesandi og undirvísarar
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka
Próvdøming
Uttanhýsis
Ábyrgd
Kristianna Lund Dam