8897.19 - Relatiónin millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum (ástøði)


Skeiðsnummar
8897.19
Heiti
Relatiónin millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum (ástøði)
ECTS
5,5
Endamál
At lesandi fær innlit í og venur hegni í: • meginreglur fyri fyrisiting av intravenøsum heilivági, hjáárini og mannagongdir í hesum sambandi • meginreglur fyri fyrisiting av blóðtransfusión, hjáárini og mannagongdir í hesum sambandi At lesandi fær skil fyri relatiónini millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum. At lesandi reflektera um organisatiónsmentan, ymiskar leiðsluhættir og røktarhættir.
Innihald
Undirvísingin er skipað í tríggjar partar, har fyrsti partur er Transfusiónmedisin og intravenøs heilivággevan, annar partur er Relatiónin millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum, og triði partur er Skipanarfrøði og leiðsla Innihaldið í pørtunum er: 1. Transfusiónsmedisin og intravenøs heilivággevan: • Intravenøs vætuterapi og føðsla • i.v. atgongd • infusiónsviðgerð/vætuterapi • parenteral føðsla • i.v. heilivággevan Sjúkrarøkt í samband við i.v. viðgerð: • Handfara infusiónsvætu • Tilsetan av heilivági til infusiónsvætu • Røkt í samband við parenterala føðslu • Røkt av periferum venøsum katetrum • Røkt av centralum venøsum katetrum • Leggjan av periferum venøsum katetrum Transfusiónsmedisin: • Blóðtransfusiónssøgan • Grundreglur fyri blóðtransfusiónsviðgerð • Blóðtransfusiónskomplikatiónir • Smittuvandi við blóðtransfusión • Blóðsamanseting og virki • Blóðtypur, antistoffir og tess kanningar • Blóðtrygd; virustest og blóðtypukontroll • Framleiðsla av blóðkomponentum Sjúkrarøkt í samband við blóðtransfusión: • Ábyrgd hjá sjúkrarøktarfrøðinginum • Ordinatión av blóðið/blóðproduktum • Kunning til sjúklingin • Blóðroyndir og kanningar áðrenn transfusiónina • Uppsetan av blóðtransfusión • Observatiónir av sjúklingi áðrenn, undir og eftir blóðtransfusión • Eftir blóðtransfusión (goymsla, burturbeining) 2. Relatiónin millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum: • Sjúkrarøkt við atliti at relatiónini í stutta møtinum • KT í heilsuverkinum. KT og lógar-ásetingar • Góðskumenning og implementering av gransking í praksis 3. Skipanarfrøði og leiðsla: • Alment um leiðslu • Ymisk strategisk stig innan leiðslu • Sjúkrarøktarfaklig leiðsla • Organisatións mentan • Stovugongd og røktarhættir
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði, venjingar og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind skal tann lesandi: • greiða frá ábyrgd og førleikakravi í mun til intravenøsa viðgerð, heilivágeving og transfusiónsmedicin • lýsa løgfrøðiligar lógarásetingar viðvíkjandi persónligum elektroniskum dáta • greiða frá ástøði um relatiónina millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum, herundir týdning av tíð og atburði • lýsa samanhangin millum ástøði og praktik • lýsa og grundgeva fyri evidensbaseraðari sjúkrarøkt • kenna ymiskar viðkomandi kliniskar rætningslinjur • lýsa krøv til góðskumenning og implementering • reflektera um organisatiónsmentan, ymiskar leiðsluhættir og røktarhættir • meta um egnan lærutørv í mun til útbúgvingartilgongdina
Próvtøkuháttur
1. Skrivlig uppgáva – sí próvtøkukrøv 2. 100% kravd luttøka at standa skeiðið í i.v. og transfusión
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Sí undirvísingarskrá og sjálvvaldur bókmentalisti
Ábyrgd
Súsanna Maria Mortensen