8817.16 - Valfrí eind. Evni/øki í mun til ritgerðarevni
Skeiðsnummar
8817.16
Heiti
Valfrí eind. Evni/øki í mun til ritgerðarevni
ECTS
10
Endamál
Endamálið er at avklára og avmarka eitt kliniskt sjúkrarøktarfakligt evni, í mun til spurdóm í bachelorritgerðin.
Innihald
Undirvísingin er skipað ávikavist sum ástøðilig og klinisk undirvísing.
Innihaldið í tí ástøðiligu undirvísingini er:
• Arbeiða við sjúkrarøktarfakligum og samfelagsligum ástøði sum grundgeving fyri kliniska sjúkrarøktarfakliga evninum
• Arbeiða við evninum knýtt at bachelorritgerðini
o Skipa leita fram kliniska og granskingargrundaða vitan um sjálvvalt evni
o Avmarka spurdóm úr evninum
Læru- og undirvísingarhættir
Sjálvlestur, observatiónir, upplegg og framløgur.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi:
• Undra seg um sjúkrarøktarfakligar spurdómar
• Meta um útvald sjúkrarøktarfaklig og samfelagslig ástøði
• Greiða frá relevansinum av útvalda sjúkrarøktarfakliga spurdóminum
• Greiða frá spurdóminum í mun til samfelagshøpi
• Duga at leita eftir granskingargrundaðari vitan á vísindaligum dátagrunnum
• Lýsa og grundgeva fyri leitorðini í talgildu leitanini
• Meta um kliniska, menningar- og granskingargrundaða vitan um valda sjúkrarøktarfakliga spurdómin.
Próvtøkuháttur
Kravdur lestraraktivitetur við støði í læruúrtøkunum fyri eind 15
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Annemi Lund Joensen