8835.15 - Verkætlan - valfrítt evni í sjúkrarøkt
Skeiðsnummar
8835.15
Heiti
Verkætlan - valfrítt evni í sjúkrarøkt
ECTS
15
Endamál
Ætlanin er, at lesandi mennir førleika til at arbeiða vísindaligt við útgangsstøði í verkætlan, ið viðgerð ein kliniskan sjúkrarøktarfakligan spurdóm.
Ætlanin er, at lesandi ognar sær vitan um og skil fyri góðskutrygd og góðskumenning innan sjúkrarøkt.
Innihald
Undirvísingin er skipað í tveimum pørtum.
Fyrsti partur varir umleið í 8 vikur og tá skriva lesandi eina verkætlan. Innihaldið í hesum partinum er:
• Innleiðsla til verkætlan
• Verkstova um spurdóm
• Verkstova um vísindaástøði og háttalagsfrøði
• Verkstova um greinan og kjak
Næsti partur varir í umleið 2 vikur og er innihaldið góðskutrygd og góðskumenning av sjúkrarøktini. Innihaldið í hesum parti er, umframt ástøði um góðskutrygd og góðskumenning, eisini:
• at lesandi útfrá verkætlanini koma við boðum uppá, hvussu kliniska sjúkrarøktin kann góðskutryggjast og/ella góðskumennast
ella
• at lesandi metir um/ger eina audit av einari góðskumenningarverkætlan innan sjúkrarøkt
Læru- og undirvísingarhættir
Ástøðiliga undirvísingin er skipað við skifti millum dialog, bólkaarbeiði og verkætlanararbeiði.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi:
• staðfesta, avmarka og grundgeva fyri einum kliniskum sjúkrarøktarfakligum spurdómi
• greiða frá hvønn týdning kliniski sjúkrarøktarfakligi spurdómurin hevur í mun til samfelagi
• greiða frá hvørji vísindalig krøv eru til útvalda granskingarháttalag í verkætlanini
• leita, velja, greina og meta kanningar- og granskingarúrslit í mun til sjálvvaldan kliniskan sjúkrarøktrafakligan spurdóm
• leita, velja og greina ástøði í mun til sjálvvaldan kliniskan sjúkrarøktrafakligan spurdóm
• greina ein útvaldan kliniskan sjúkrarøktarfakligan spurdóm
við viðkomandi ástøði
• kjaka um valda háttalag, og um tey úrslit, ið eru framsett í verkætlanini
• seta fram niðurstøðu og perspektivering
• vísa evni til at skipa egið arbeiði í eini samanhangandi og systematiskari verkætlan
• lýsa útvaldu háttaløg innan góðskumenning í mun til sjúkrarøktaryrkið
• reflektera yvir møguleikar og forðingar ímun til implementering av menningar- og granskingar úrslitum innan sjúkrarøktaryrkið
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka (verkætlan). Sí Krøv til próvtøkuna.
Próvdøming
Uttanhýsis
Ábyrgd
Liljan av Fløtum