8890.15 - Mannakroppurin
Skeiðsnummar
8890.15
Heiti
Mannakroppurin
ECTS
12,5
Endamál
At lesandi fær vitan um, hvussu likamið er uppbygt og virkar anatomiskt, lívirkisfrøðiligt og lívevnafrøðiligt.
Innihald
Undirvíst verður í kyknu og vevnaðlæru og tær ymisku yrkisgagnarskipanirnar. Síðani verður arbeitt við, hvussu samanhangur er millum yrkisgagnarskipanirnar og likamligu strembanini eftir homeostasu.
Undirvísingin kronologisk: Kyknan og kyknudeiling, DNA og DNA-replikatión, kyknudifferentiering, metabolisma, diffusion og osmosa, elektrolyt- og vætujavnvág, nervalagið, beinagrind, vøddar, sansir, húðin, temperaturregulering, blóð, blóðkør, lymfa, hjarta, blóðrensl, andaleiðin, lunga, immunverjan, sodningarleiðin, livurin, urinleiðin, nýra, endokrina virki hjá nýranum, hormonskipanin.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði, lesibólkar og sjálvlestur.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi:
• Greiða frá kemisku prosessunum í kroppinum/kyknunum
• Lýsa kyknu samansetingina og hennara virki
• Lýsa samanseting og virki hjá kyknukjarnuni og kyknumembranuni
• Greiða frá evnisskiftinum hjá kyknuni
• Lýsa anatomisku og lívvirkisfrøðiligu sundurbýtingina hjá nervalagnum
• Staðfesta ”eitt sentur” og ”eitt ganglie”
• Lýsa hvar cerebrospinalvætan verður gjørd og greiða frá hennara virki og ringrás
• Greiða frá autonomu og somatisku refleksunum í CNS
• Lýsa hvar hypothalamus er og greiða frá hvussu hann virkar
• Greiða frá hvussu impulsur verður gjørdur, leiddur og yvirførdur í synapsunum
• Greiða frá eyðkennini við somatisku nervaskipanini
• Lýsa eyðkennini og innervatiónsøkini hjá sympatacus og parasympatacus og greiða frá teirra samspæli
• Greiða frá pínusansinum
• Staðfesta økini í CNS, sum hava týdning fyri rørslur
• Lýsa samansetingina og greiða frá virki hjá epitel-, stuðuls-, nerva- og vøddavevnaði
• Staðfesta munin ímillum ekta og ikki ekta lið
• Greiða frá hvussu beinvevnaður er bygdur og virkar, og greiða frá hvørji hormon hava ávirkan á beinuppbyggingina
• Staðfesta lívvirkisfrøðiligar tættir, sum hava týdning fyri beinagrindina
• Greiða frá hvussu impulsir ferðast til tvørstríputu vøddarnar og greiða frá tess kontraktión.
• Lýsa hvussu organisman skrásetur og reagerar uppá sansastimuli
• Greiða frá hvussu temperaturreguleringssentrið reagerar við normalari ávirkan
• Lýsa hvussu húðin er uppbygd og greiða frá funktiónini
• Lýsa leguna hjá kvinnuligu og mannligu kynsgøgnunum og lýsa hvussu tey eru uppbygd
• Greiða frá menstruatiónscyklus (hormonelt, í slímhinnuni í uterus og í ovarinum)
• Greiða frá oxygen (O2) og koldioksid ( CO2) skiftinum
• Lýsa arbeiðið hjá vøddunum og trýstið í thorax við innanding og útanding í hvílu
• Greiða frá hvussu respiratiónin regulerar seg við normalari ávirkan
• Lýsa elektrisku og kemisku aktivitetirnar í hjartanum í sambandi við hjartasláttur
• Greiða frá hvussu blóðrenslið verður regulerað, herundir hvussu hjarta og blóðrensl kompensera/reagera við normalari ávirkan
• Greiða frá muninum millum lunga (lítla)- og systemrensli (stóra)
• Greiða frá blóðnum í mun til innihald og virki
• Greiða frá venupumpuni
• Lýsa veggjabygnaðin á arterium, venum og kapillærum
• Navngevur tær størstu arteriurnar og venurnar (sí fylgiskjal til eindarlýsingina)
• Greiða frá hvussu gróðrarvatnsskipanin (lymfesystemið) er bygd og virkar
• Greiða frá ta óspecifikku og specifikku immunverjuna: í mun til bygnað og virki
• Greiða frá reguleringini av hormonútskiljanini frá thyroidea og lýsa leiklutin, sum hormonini hava í sambandi við orkustoffskifti
• Staðfesta sundurbýtingina av hormonunum og lýsa hvussu tey virka
• Staðfesta hormonini í ávikavist hypofysu forlappanum og -baklappanum og lýsa teirra virki
• Greiða frá samanhanginum millum hypothalamus og hypofysuna
• Lýsa reguleringsmekanismurnar í samband við hormonútskiljan
• Greiða frá niðurbrótingini av proteini, feitti og kolhydrati
• Lýsa upptøkuna av aminosýrum, monosakkaridum, feittsýrum og B12 vitamin
• Greiða frá virkinum hjá livrini og pancreas
• Greiða frá, hvussu nervaskipanin og endokrina skipanin regulerar aktivitetin í sodningarleiðini
• Greiða frá hvussu sodningarleiðin reagerar við normalari ávirkan
• Lýsa bygnaðin og greiða frá virkinum hjá nýranum og urinleiðini
• Greiða frá teimum hormonum, sum hava týdning fyri nýra og urinleið
• Greiða frá hvussu nýra og urinleiðin reagerar við normalari ávirkan
• Staðfesta hormonini frá gld. suprarenalis og greiða frá hvussu kortisol virkar
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í fýra tímar uttan hjálparamboð. Brúka egna teldu. Skúlin útflýggjar geyma við svarskjali.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Ábyrgd
Liljan av Fløtum