8817.24 - Valfrí eind. Evni/øki í mun til ritgerðarevni


Skeiðsnummar
8817.24
Heiti
Valfrí eind. Evni/øki í mun til ritgerðarevni
ECTS
10
Endamál
Endamálið er at avklára og avmarka eitt kliniskt sjúkrarøktarfakligt evni, í mun til spurdóm í bachelorritgerðina
Innihald
Undirvísingin er skipað ávikavist sum ástøðilig og klinisk undirvísing. Innihaldið í tí ástøðiligu undirvísingini er: • Arbeiða við sjúkrarøktarfakligum og samfelagsligum ástøði sum grundgeving fyri kliniska sjúkrarøktarfakliga evninum • Arbeiða við evninum knýtt at bachelorritgerðini o Skipað leita fram kliniska og granskingargrundaða vitan um sjálvvalt evnið o Avmarka spurdóm úr evninum Verkstova o Datainnsavnan í mun til egna ritgerð
Læru- og undirvísingarhættir
Sjálvlestur, observatiónir, verkstova, upplegg og framløgur.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Undra seg um sjúkrarøktarfakligar spurdómar • Meta um útvald sjúkrarøktarfaklig og samfelagslig ástøði • Greiða frá relevansinum av útvalda sjúkrarøktarfakliga spurdóminum • Greiða frá spurdóminum í mun til samfelagshøpi • Duga at leita eftir granskingargrundaðari vitan á vísindaligum dátagrunnum • Lýsa og grundgeva fyri leitorðini í talgildu leitanini • Meta um kliniska, menningar- og granskingargrundaða vitan um valda sjúkrarøktarfakliga spurdómin.
Próvtøkuháttur
Kravt lestrarvirksemi við støði í læruúrtøkunum fyri eind 15
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Sí undirvísingarskrá og sjálvvalda bókmentalista
Ábyrgd
Sonja Nielsen