8818.24 - Bachelorritgerð


Skeiðsnummar
8818.24
Heiti
Bachelorritgerð
ECTS
20
Endamál
Bachelorritgerðin skal skjalfesta, at lesandi brúkar ástøði og háttaløg í mun til kliniskan sjúkrarøktarfakligan spurdóm. Bachelorritgerðin skal harumframt skjalfesta, at lesandi hevur ognað sær almennar akademiskar førleikar.
Innihald
Lesandi skrivar eina ritgerð, sum verður vard við munnligari próvtøku. Kravt lestrarvirksemi er luttøka í opponeringum, verkstovum og framløga av ritgerðini aftaná munnligu próvtøkuna. Opponeringar: • Inngangur fram til og við ástøði og háttalag og tankar um verkætlanina frameftir • Greinan og tulking ella lýsing • Kjak, ástøði- og háttalagskritikkur, niðurstøða og perspektivering Verkstovur: • Greinan • Kjak • Miðlan – munnlig próvtøka og almenn framløga
Læru- og undirvísingarhættir
Ritgerðararbeiði. Framløgur og luttøka í verkstovum og opponeringum.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • staðfesta, avmarka og grundgeva fyri einum kliniskum sjúkrarøktarfakligum spurdómi • greiða frá hvønn týdning kliniski sjúkrarøktarfakligi spurdómurin hevur í mun til samfelagi • greiða frá hvørji vísindalig krøv eru til útvalda granskingarháttalagið í verkætlanini • leita, velja, greina og meta høvuðs-sjúkrarøktarástøði og møguligt annað høvuðsástøði, umframt kanningar- og granskingarúrslit í mun til sjálvvaldan kliniskan sjúkrarøktarfakligan spurdóm • greina og tulka ella greina og lýsa empiri við høvuðs-sjúkrarøktarástøði og møguligum øðrum høvuðsástøði • kjaka og meta um valda háttalag, og um tey úrslit, ið eru framsett í verkætlanini • seta fram niðurstøðu og perspektivering • seta fram uppskot um menning av sjúkrarøktini í mun til spurdómsøkið • vísa evni til at skipa egið arbeiði í eini samanhangandi ritgerð
Próvtøkuháttur
Skrivlig og munnlig próvtøka.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Sjálvvaldur bókmentalisti
Ábyrgd
Sonja Nielsen