8866.22 - Sjúkrarøkt til børn og familju /Obstetrisk og pediatrisk sjúkrarøkt


Skeiðsnummar
8866.22
Heiti
Sjúkrarøkt til børn og familju /Obstetrisk og pediatrisk sjúkrarøkt
ECTS
15
Endamál
At lesandi fær vitan um børn, ung og familjur útfrá einum likamligum, sálarligum og sosialum sjónarhorni. At lesandi fær vitan um obstetriska, neonatala og pediatriska sjúkrarøkt At lesandi fær vitan um kommunikativ og námsfrøðilig ástøði. At lesandi fær vitan um vísindaligu tilgongdirnar fenomenologi og hermeneutik At lesandi fær vitan um sjúkrarøktarástøði og úrvaldar sjúkrarøktarástøðingar At lesandi fær vitan um kvalitativ granskingarháttaløg
Innihald
Undirvísingin er skipað ávikavist sum ástøðilig og klinisk undirvísing (2 dagar). Innihaldið í tí ástøðiligu undirvísingini er: • Sjúkrarøktarástøði: Marit Kirkevold: stigbýti, analysa og meting av ástøði. • Sjúkrarøktarástøði: Joyce Travelbee við denti á sjúkrarøktarfrøðing, sjúkling, avvarðandi og samfelagið. • Familjusjúkrarøkt • Calgary - familjufrymilin • Pediatrisk sjúkrarøkt • Neonatal sjúkrarøkt • Likamliga og sálarliga menningin hjá barni og tannáringi. • Innleiðsla til sálarfrøði: menningarsálarfrøði, persónligheitsálarfrøði, heilsusálarfrøði, kreppu- og meistringsástøði • Innleiðsla til seksualitet: seksualitetur og kyn • Innleiðsla til sosiologi. Strukturalistisk og konstrukturalistisk tilgongd. Normar, virðir og handlingar. Kritisk teori sum háttalag. Miðlasosiologi. • Familjan í tí postmodernaða samfelagnum • Obstetrisk sjúkrarøkt • Sjúkrarøkt til sjúk børn og ung og teirra familju • Útvaldar sjúkur hjá nýfødda barninum og smábarninum • Samskifti, vegleiðing og undirvísing av børnum og foreldrum • Siðfrøði: Autonomi og paternalisma. Nándarsiðfrøði/umsorganarsiðfrøði • Greinan av siðfrøðiligum tvístøðum í mun til børn og familjur • Hermeneutikk, fenomenologi • Kvalitativ granskingarháttaløg Innihaldið í klinisku undirvísingini er: Observatiónsvitjan á ávikavist barna- og føðideild, sum inniber, at lesandi: • observerar, kannar og reflekterar um obstetriska og pediatriska sjúkrarøkt. • Kravt lestrarvirksemi á DHS, har lesandi greina case við ástøði og venja møti við familjuna
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði, framløgu, sjálvlestur og observerandi lesnað á sjúkrahúsdeildum. Í klinisku undirvísingini verður skjalaskjáttan brúkt sum amboð til at lýsa og reflektera yvir observatiónirnar.
Læruúrtøka
Eftir loknu eind, skal tann lesandi: • Lýsa normalu gitingina og menningini av fostrinum • Greiða frá serstøku støðuna hjá kvinnum og barnakonum í mun til normalar likamligar og sálarligar reaktiónir uppá viðgongutíð og barnsburð • Lýsa avvik í normalu gitingini og menningini av fostrinum • Greiða frá obstetrisk avvik og sjúkueyðkenni • Greiða frá patofysiologiskum broytingum við útvaldum pediatriskum sjúkum • Greiða frá týðandi hugtøkum og ástøði innan sálarfrøði • Greiða frá normalu sálarligu og likamligu menningini hjá barni og tannáringi • Greiða frá útvaldum kreppuástøði og møguligum meistringshættum hjá barni og familju í kreppu • Greiða frá sjúkrarøkt til barnið frá tað er nýføtt til tannáringur • Lýsa sjúkrarøkt til tað ov tíðliga fødda barnið • Greina støðuna, sum barnið og familjan er í, tá barnið er sjúkt • Lýsa frávik í normalu likamligu og sálarligu menningini hjá barninum • Greiða frá eyðkenni við tí post-modernaða samfelagnum, og lýsa hvønn týdning tað hevur/kann hava fyri familjuna • Greiða frá útvaldum hugtøkum og ástøði innan sosiologi • Greina samskifti við denti á aktiva lurtan og spyrjiteknikk og hvørja ávirkan tað hevur á relatiónina millum sjúkrarøktarfrøðing og barn og foreldur • Greiða frá meginhugtøkum innan námsfrøði við denti á didaktiskt umhugsni í mun til vegleiðing og undirvísing (meginhugtøk er ma. luttakarafortreytir) • Lýsa hugtøkini autonomi, paternalisma og nándarsiðfrøði/umsorganarsiðfrøði • Kjakast um etiskar tvístøður í mun til t.d. abort, inseminatión. • Leita fram grein, ið nýtir kvalitativt háttalag á heilsuvísindaligum datagrunnum • Lýsa vísindaástøðiliga grundarlagið undir kvalitativum granskingar háttaløgum við denti á hermeneutik og fenomenologi • Meta um kvalitativ data í mun til credibility, transferability, dependability og confirmability • Presentera grein eftir IMRaD frymlinum • Greina ein útvaldan kliniskan sjúkrarøktarfakligan spurdóm við ástøði frá eindini • Meta kliniska, menningar- og granskingargrundaða vitan um sjúkrarøkt til børn, ung og familju
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er ein skrivlig uppgáva (sí Krøv til próvtøkuna)
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Sí undirvísingarskrá
Ábyrgd
Kristianna Lund Dam